Heimsins størsti kropsbyggjari er deyður

Illia Yefimchyk duldi ikki fyri, at hann bæði tók vakstrarhormonir og kostískoyti.

Hann er umrøddur sum "heimsins størsta monstur av einum kropsbyggjara", men nú er hvítarussiski, Illia Yefimchyk, deyður, bert 36 ára gamal.

 

Sambært CNN fekk kropsbyggjarin - ella bodybuildarin - fyrr í september ein hjartatilburð. Hann varð lagdur inn á sjúkrahús, men varð staðfestur deyður tveir dagar seinni.

 

Sagt verður um Illia Yefimchyk, at hann var 185 sentimetrar høgur og vigaði 320 pund.

 

- Eg legði meg á knæ og bað um, at hjarta hansara skuldi byrja at sláa aftur. Í staðin fekk eg ræðuligu boðini um, at maður mín var heiladeyður, sigur kona hansara.

 

Sambært CNN leggur konan aftrat, at tað hitar hennara harta, at fleiri hava vent sær til hennara eftir deyðsfallið, soleiðis at hon ikki stendur einsamøll í sorgini.

 

Sagt verður um kropsbyggjaran, at hann hevði fleiri enn 300.000 fylgjarar á Instagram, og her legði hann dagliga út dagføringar um sínar venjingar.

 

Illia Yefimchyk duldi ikki fyri, at hann bæði tók vakstrarhormonir og kostískoyti.