Helt seg koyra á lamb - men tað var ein hara

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar ymsastaðni kring um landið, og her fingu onkrir bilførarar bót, og tveir fingu klipp í koyrikortið fyri ov nógva ferð.

Ein bilførari ringdi til løgregluna í gjárkvøldið, tí hann helt, at eitt lamb var lopið inn í síðuna á bilinum og doyði á staðnum.

 

- Vit sendi boð eftir aktingarmanninum, og tá bilførarin ringdi aftur, visti viðkomandi at siga, at talan ikki var um eitt lamb, men um eina haru.

 

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar ymsastaðni kring um landið, men her vísti tað seg, at allir bilførararnir vóru edrúir, og allir høvdu koyrikort.

 

- Ein bilførari í Vágum fekk bót fyri at brúka handhildna fartelefon, og tríggir bilførarar fingu bót, tí teir koyrdu ov skjótt í bygdum øki á Skálafjørðinum.

 

Vaktleiðarin visti eisini at siga, at av teimum trimum, sum koyrdu ov skjótt, fáa tveir - umframt bót - eisini klipp í koyrikortið.