Í annaðkvøld klokkan 19 stendur slagið. Føroyska manslandsliðið í hondbólti tekur á heimavølli móti Norðurmakedonia í tí fyrra av tveimum HM Play Off dystum, har samlaði vinnarin vinnur seg til HM-endaspælið í Noregi, Danmark og Kroatia í januar.
Landsliðsvenjari hjá Norðurmakedonia er Kiril Lazarov, sum millum 1999 og 2022 skoraði 1.728 mál fyri Norðurmakedonia í 236 landsdystum.
Í hópinum sum Lazarov hevur tikið út eru bara tríggir leikarar, ið ikki spæla í heimligu norðurmakedonsku liguni. Men talan er um sterk norðurmakedonsk lið. M.a. tók Eurofarm Pellister lut í Champions League kappingini.
HER er norðurmakedonski hópurin:
MÁLVERJAR:
1. NIKOLA MITREVSKI - FC PORTO (POR)
2. MARTIN TOMOVSKI - RK VARDAR 1961
3. Marko Kizić - RK EUROFARM PELISTER
VINSTRU VONGUR:
4. CVETAN KUZMANOSKI - RK EUROFARM PELISTER
5. Petar Atanasjiević - RK EUROFARM PELISTER
HØGRU VONGUR:
6. NIKOLA KOSTESKI - TALENT PLZEN (CZE)
HØGRU BAKKAR:
7. TOMISLAV JAGURINOSKI - RK VARDAR 1961
8. MARTIN VELKOVSKI - RK ALKALOID
9. MARTIN SERAFIMOV - RK ALKALOID
MIÐBAKKAR:
10. MARKO MITEV - RK ALKALOID
11. DAMJAN MITEV - RK ALKALOID
12. Ivan Džonov - RK ALKALOID
VINSTRU BAKKAR:
13. FILIP TALESKI - Sport Lisboa e Benfica (POR)
14. FILIP KUZMANOVSKI - RK EUROFARM PELISTER
STRIKUSPÆLARAR:
15. Žarko Peševski - RK EUROFARM PELISTER
16. MILAN LAZAREVSKI - RK VARDAR 1961
17. Marko Stojković - RK ALKALOID
18. VALENTIN KARASMANAKIS - RK ALKALOID
VERJULEIKARAR:
19. NIKOLA MARKOSKI - RK ALKALOID
20. MIHAIL ALAROV - RK VARDAR 1961