Verumálaráðharrar: Antti Häkkänen, Finnland, Pål Jonsen, Svøríki, Troels Lund Poulsen, Danmark, Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri, Min­i­n­n­g­uaq Kleist, aðal­stjóri í grønlendska utt­an­rík­is­ráð­num og Thórdís Kolbrún Reyk­fjörd Gylfa­dótt­ir, utt­an­rík­is­ráð­frú úr Ís­landi Myndir: Álvur Haraldsen)

Hernaðartos og hóttan ímóti móðurmáli

Smartir (ungir?) politikarar, sum hava hildið fund í Føroyum hesa vikuna, mugu tosa enskt saman í norðurlendskum hernaðarfelagsskapi. Norðurlendsku málini rigga eftir øllum at døma ikki nóg væl hjá teimum

Verumálaráðharrar: Antti Häkkänen, Finnland, Pål Jonsen, Svøríki, Troels Lund Poulsen, Danmark, Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri, Min­i­n­n­g­uaq Kleist, aðal­stjóri í grønlendska utt­an­rík­is­ráð­num og Thórdís Kolbrún Reyk­fjörd Gylfa­dótt­ir, utt­an­rík­is­ráð­frú úr Ís­landi Myndir: Álvur Haraldsen)

Hesa vikuna hava hernaðarmál stað­ið á breddanum, tí norðurlendsku verju­mál­a­ráðfólkini hava á fyrsta sinni hildið felags verju­fund í Føroyum, har Føroyar og Grøn­land eisini sluppu at vera við.

Hendan vikan byrjaði eisini við, at Mál­teig­urin í Kringvarpinum við teimum báðum megnar málkvinnunum Solby og Elini varð sendur á seinasta sinni – og tær nýttu høvið at tosa um støðuna hjá móð­ur­mál­i­num, sum verður alsamt meira hótt av ensk­um máli – og ikki av donskum, ið vit áður vóru von við. Tær tóku fleiri dømi um, hvussu ung fólk og børn blanda saman føroysk og ensk orð, tá tey tosa.

Tær hava so púra rætt í sínum eygleið­ing­um, sum myndugleikar eiga at taka í nógv størri álvara, eitt nú, at fólk, ið duga best at læra frá sær um móðurmálið, so nýggj kunnu taka við, er so gomul, og um ikki fleiri verða sett við, so er móðurmálið veru­liga í vanda.

Men hvat hevur so hetta móðurmálstos við hernað­ar­málið at gera. Jú á Hotel Hafn­ia sótu týsdagin fimm menn og ein kvinna, øll norðurlendingar, har tey høvdu boðsent føroysku fjølmiðlunum. 

Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og íð­in tals­mað­ur fyri at verja móðurmálið, beyð væl­komin – ikki á føroyskum, sjálv­andi, men tað kundi verið á donskum ella »bland­i­naviskum«, sum vit plaga at siga, tá vit tosa »norð­ur­lenskt«. Nei, tað gjørdi hann á ensk­um máli – fyri hesum norðurlendingum!

Tá vit spurdu um hetta, so var svarið ein­falt tað, at felagsskapurin NORDEFCO sum fevnir um tey fimm sjálvstøðugu Norð­ur­lond­ini, sum nú eisini øll eru limir í Nato – hevur av­gjørt, at mál­ið hjá hes­um fel­agsskapi er enskt. Tí skal tað tosast enskt.

Tað hevur annars verið hildið fast við í norð­ur­lendsk­um samstarvi, at vit tosa »norð­ur­lendskt« saman. Har hava vit, ís­lend­ingar, grønlendingar og finnar so størri avbjóðingar enn hini – men vit kunnu tosa saman uttan at fara til enskt.

Elin og Solby tosaðu um »yngra ætt­ar­lið­ið«. Tí kom tankin fram fyri undirritaða: Eru hesir høgu ráðharrar og ráðfrú úr yngra ætt­ar­lið­num? Við at gugla kundi skjótt stað­festast, at okkara Høgni var væl og virðiliga ald­ursforseti. So nakað er um tað við teimum yngru, sum ávirkast skjótari av ensk-ismu.

Vit eiga at verja borg. Vit eiga ikki at sleppa norðurlandamálinum. Enska ávirkanin er nógv størri, enn vit geva okkum far um – og hon hóttir móðurmál okkara nógv meira enn danskt nakrantíð megnaði.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##