– Tað kennist eitt sindur nyttuleyst at fríðka um í býnum, um alt verður oyðilagt stutt eftir.
Soleiðis skrivar Tvøroyrar kommuna á Facebook-síðu síni í morgun sum viðmerking til nakrar myndir av brotnum urtapottum í miðbýnum á Tvøroyri.
– Fólk hava uttan ivast varnast vøkru blómupottarnar, ið er blivnir settir upp í miðbýnum. Ætlanin við teimum er, saman við fríðkanini av trøðni við Roykstovuna, at skapa hugna og trivnað í miðbýnum.
– Tíverri er tað soleiðis, at øll duga ikki at síggja tað vakra í hesum og kenna eina trongd á at oyðileggja tað. Fyrsta uppgávan hjá Teknisku deild í morgun, var tí at burturbeina tveir av hesum pottum, tí onkur hevði oyðilagt teir í nátt.
Tvøroyrar kommuna var í fjør úti við eini grein um herverk og tað hjálpti upp á rákið, ið var tá.
– Tí skriva vit hesa grein, við teirri vón at fólk boða løgregluni frá, um tey síggja hvør fremur hesi herverk, skrivar Tvøroyrar kommuna á Facebook.
##med2##
##med3##
(Kelda og myndir: Tvøroyrar kommuna)