Hesaferð: 400 arbeiðspláss á Bakkafrost í vanda orsakað av hægri gjøldum

Reyða samgongan við Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn má nú  taka seg saman, áðrenn alt vinnulív og samfelag kollapsar.  Hendan avgjaldsøðin má steðga, tí hon  er ein mylnusteinur um hálsin á vinnulívi okkara. Í hesum førinum um hálsin á  eini   av  okkara fremstu vinnulívsfyritøkum. Alivinnan og herundir  Bakkafrost er ein av okkara    grundsúlum   undir  vælferðarsamfelagi okkara.     Hesin  sosialistiski avgjaldspolitikkurin gongur ikki bara útyvir Bakkafrost og teirra arbeiðsfólk, men gongur sanniliga eisini  útyvir  vælferðarsamfelagið, sum hesi somu siga seg virka fyri.

 

Sosialistiski avgjaldspolitikkurin steðgar øllum  vøkstri av fyritøkum  og forðar allari menning og gransking. Men er tað  kanska meiningin?  Hønan, sum verpir gulleggini verður dripin fyri at fáa øll eggini beinanvegin. Úrslitið kenna vit.  Tá hon er dripin kunnu vit bara sita sum ryssa yvir deyðum fyli og   droyma  um gransking og universitetssjúkrahús.    

 

Hvar rakar  næsta sosialistiska herferðin ?

 

Hesaferð gongur politikkurin hjá reyðu samgonguni útyvir góðskingarvirkið hjá Bakkafrost á Glyvrum. Í fyrsta umfari verða  umleið 400 arbeiðspláss í vanda. 

 

Í hvussu nógv ár hava vit ikki tosa um, at gera víðari virkaðar vørur til veruleika? Og nú tað sær út til at fara at eydnast ,  forkoma sosialistarnir  hesum við hægri tøkugjøldum. Við tí  blívur  virkið á Glyvrum ikki longur kappingarført og arbeiðsfólkið í vanda fyri at blíva sent til hús. Hetta gongur ikki bara útyvir tey, sum verða send til hús, men yvir alla familjuna og alt samfelagið.

 

Um tað hinvegin snúði seg um kanska  bara 10 størv á LS ella  fróðskaparsetrinum,   so  høvdu hesi  allarhelst fingið boðið kreppuhjálp.  Yvist onga løtu í at reyða samgongan straks hevði farið inn í málið og havt eitt slíkt forstáilsi, at tað hevði verið ringt at hildið tárini aftur av teirra miskunnsemi og sosialistisku alfaðirligheit. 

 

Men nú tað snýr seg um vinnulív er onki forstáilsi. Alt bara kalt og kyniskt.   Um tað eydnast  reyðu samgonguni at drepa hønina, sum verpir gulleggini verður svangligt hjá okkum. Hetta fer at merkjast á væferðartænastunum, í almannaverkinum, heilsuverkinum, á pensiónsøkinum, skúlaøkinum, samferðsluøkinum, ongin gransking og onki universitetssjúkrahús og so víðari.   Kanska tá fer  Tjóðveldi at krúpa til krossin og  dúva uppá danska blokkin -  sum tey forrestin  eisini vilja sleppa av  við.

 

Her má onkur vakna í reyðu samgonguni,   áðrenn tit vakna við kaldan dreym. Tit eru vald til at gera Føroyar til eitt betri land, og ikki  sett til at forkoma arbeiðsplássum í hópatali.

 

Sjálvgjørd kreppa

 

Vit, sum minnast 90´ini ynskja hesa tíðina ikki aftur. Fólk í hópatali rýmdu av landinum, og tey sum vóru eftir høvdu tað sera sera trupult fíggjarliga, og fleiri  mistu hús og arbeiði.

 

At umleið 400 arbeiðspláss eru í vanda hjá Bakkafrost, er ikki nøkur tilfeingiskreppa, sum tað var í 90´unum. Hetta er  ein fullkomuliga sjálvgjørd kreppa,  sum sosialistiska samgongan hevur ætlanir um at fremja  har hon  heilt málrættað fer eftir vinnufyritøkum.   Vinnan verður oyðiløgd, og allarhelst  ikki eingong fyri  løtuvinning.