Hind Rajab var ein seks ára gomul smágenta, sum læt lív í Gaza fyrr í ár. Hon ringdi úr einum bili og bað um hjálp, samstundis sum fleiri í familju hennara lógu deyð rundan um hana.

Hind Rajab sum endaði á løgtingshúsunum

Síðan vit bóru tíðindini í morgun um herverkið á løgtingshúsini, eru tað lesarar, sum halda seg vita - ella gita - hvat navnið "Hind" sipar til.

Hind Rajab var ein seks ára gomul smágenta, sum læt lív í Gaza fyrr í ár. Hon ringdi úr einum bili og bað um hjálp, samstundis sum fleiri í familju hennara lógu deyð rundan um hana.

Á løgtingshúsunum í morgun - á øllum fýra síðunum - stendur skrivað við máling "Stong sendistovuna nú!" og "Fyri Hind!"  

 

Lítil ivi er um, hvat liggur aftan fyri orðini "Stong sendistovuna nú!", og her verður ivaleyst sipað til føroysku sendistovuna í Ísrael.

 

Hinvegin kann tað kanska vera trupult at siga, hvat liggur aftan fyri orðini "Fyri Hind!"

 

- Eg dugi ikki at siga, hvat tað merkir, men hetta kundi kanska ljóðað politiskt - uttan at eg veit tað, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

 

Síðan vit bóru tíðindini í morgun um herverkið á løgtingshúsini, eru tað lesarar, sum halda seg vita - ella gita - hvat navnið "Hind" sipar til.

 

Hind Rajab var ein seks ára gomul smágenta, sum fyrr í ár læt lív í Gazageiranum.

 

Eftir syrgiligu hendingina, sum gentan var partur av, heitti amerikanska uttanríkisráðið á Ísrael um at kanna tilburðin, tá gentan doyði.

 

Hind Rajab ringdi úr einum bili og bað um hjálp, samstundis sum fleiri í familju hennara lógu deyð rundan um hana.

 

Hjálpin kom ongantíð, og seinni varð Hind Rajab funnin deyð í Gazabýi.

 

- Hetta er ein hjartaskerandi og ræðulig søga um hetta barnið, sum eins og onnur børn í túsundatali eru deyð í krígnum í Gazageiranum.

 

Soleiðis segði ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið, Matthew Miller, við tíðindafólk hjá tíðindastovuni, AFP.

 

Talsmaðurin legði aftrat, at amerikanska uttanríkisráðið hevði heitt á ísraelskar myndugleikar um at kanna hendingina í stundini.

 

Hvat spurdist burtur úr hesum kanningum, vita vit ikki, men í nátt ella í morgun er "Hind" so endað á øllum fýra síðunum á løgtingshúsunum her heima í Føroyum.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/default-5926fcc968

 

##med2##

 

 

 

Hind Rajab var ein seks ára gomul smágenta, sum læt lív í Gaza fyrr í ár. Hon ringdi úr einum bili og bað um hjálp, samstundis sum fleiri í familju hennara lógu deyð rundan um hana.