Hitabylgja rakar europeisk lond

Í dag er sera heitt nógvastaðni sunnanfyri og eystanfyri í Europa

Fólk svala sær á í Rom (Mynd: Andreas Solaro / Ritzau Scanpix

Nógva staðni í Spania, Italia, Grikkalandi og á Balkan er hitin í dag omanfyri 40 stig.

 

Serliga heit luft úr Afrika streymar inn yvir Europa, og tað hevur ógvusligan hita við sær.

 

Myndugleikar mæla bæði lokalum og ferðafólki til at vera varin og halda seg burtur frá sólini mitt á degnum.

 

Í Grikkalandi skulu arbeiðsfólk ikki gera kropsligt arbeiði uttandura seinnapartin.

 

Í Italia eru ávaringar um hita sendar út í 12 býum kring landið – eitt nú í høvuðsstaðnum Rom. Eisini har verður mælt til, at fólk halda seg innandura seinnapartin.

 

Fleiri staðni í Spania – serliga har suðuri í landinum – fer hitin í dag upp um 40 stig. Eisini verður roknað við nógvum hita á feriuoyggjum í miðalhavinum.

 

Roknað verður við, at hitabylgjan heldur fram um vikuskiftið.

 

Føroyska Veðurstovan roknar við, at hitin í Føroyum kemur upp í 12 stig um vikuskiftið.

 

Fólk svala sær á í Rom (Mynd: Andreas Solaro / Ritzau Scanpix