Hitað verður upp til Føroyar-Norðurmakedonia í OY

Føroya Banki, Wenzel, Effo og Atlantic Airways skipa fyri upphiting í OY undan HM Play Off dystinum í høllini á Hálsi

Føroya Banki, Wenzel, Effo og Atlantic Airways skipa fyri upphiting í OY áðrenn HM Play Off dystin móti Norðurmakedonia, ið verður leiktur í høllini á Hálsi, mikukvøldið klokkan 19. 

 

Fyrireikararnir skriva: Telt verður sett upp uttanfyri, so tað er pláss fyri nógvum fjepparum 

Vit endurnýta sjálvsagt somu góðu uppskriftina frá Berlin. Tí hava vit fingið Eyðun & Terja og RSP at hita okkum væl upp til dystin 

 

Andlitsmáling verður sjálvsagt eisini at fáa.

 

Gevið gætur!

Ókeypis atgongd, um tú ert í landsliðsblusu.

- Tað er onki krav til, hvørja landsliðsblusu tú fert í - bara hon umboðar Føroyar 

 

Um tú onga landsliðsblusu eigur, ber til at keypa EM-blusuna frá Berlin í OY-sjoppini. Hon kostar einans 100 kr., og allir pengarnir fara óskerdir til Eydnudeildina. Skriva fyrireikararnir.