Hjálpin úr Føroyum bjargar mannalívum

Her er Sanna við ánna, Ruo, í sambandi við eina venjing fyrr í ár,

 

 

Í gjár rakti tropiska meldurhvirlan, Freddy, miðafrikanska landið, Malavi, og longu nú hava umfatandi skaðar verið. Stóru áirnar fløða, fleiri skriðulop hava verið og fólk eru føst undir rununi, sigur Reyði Krossur í Føroyum

 

Í Malavi arbeiðir føroyska Sanna. Hon er á høvuðsskrivstovuni hjá Reyða Krossi í Lilongwe, har hon arbeiðir við ávaringaskipanum, sum setast í verk, áðrenn vanlukkur raka. Malavi er nevniliga, á hvørjum árim fyri ógvusligum náttúruvanlukkum, so sum ódnum og vatnflóðum.

 

Í eina tíð hevur Reyði Krossur Føroya stuðlað ávaringaskipanini hjá Reyða Kross í Malavi, og síðsta ár varð stuðul latin til eina nýggja verkætlan, ið kallast Electronic Contingency Planning.

 

Endamálið við verkætlanini er, at sjálvboðin kring landið skipa seg í lokal tilbúgvingarlið, sum fara til verka, tá ið tey boð á eini snildfon - og tað fáa tey, ið ein vanlukka er á veg.  

 

 

 

Í einum landi, har einans 11 prosent av fólkinum hava streym, er tað ómetaliga ringt at røkka teimum, sum búgva í fjarskotnum økjum kring landið.

 

Tí kemur hendan skipanin sera væl við, og longu týsdagin í síðstu viku fingu øll tilbúgvingarliðini ávaring um meldurhvirluna ígjøgnum eina app á snildfonini.

 

Tilbúgvingarliðini hava síðan ávarað hvør sítt nærumhvørvi, við hjálp av tilbúgvingarætlanunum, sum tey sjálvi hava verið við til at menna. Ígjøgnum snildfonina kunnu tey eisini senda boð til Reyða Kross, við dagføringum um, hvat er gjørt, og um tørvur er á meiri útgerð ella aðrari hjálp.

 

Á myndini ovast í greinini, er Sanna. Myndin er tikin við ánna, Ruo, til eina venjing fyrr í ár, har tey vandu, at ein meldurhvirla og vatnflóð rakti økið. Beint nú fløðir hendan áin, sum er á myndini, og takkað verið verkætlanini, hevur tað eydnast at flyta fólk burtur úr økinum.

 

##med2##

 

Á síðstu myndini niðqn fyri, eru sjálvboðin úr tilbúgvingarliðinum í gongd við at ávara fólk í bygdini.

 

##med3##

 

Reyði Krossur fegnast um, at sjálvboðin, og tey, sum búgva har, hava tikið væl ímóti verkætlanini, sum longu hevur verið við til at bjarga mongum mannalívum, og at sjálvbodnu tilbúgvingarliðini eru fult sjálvbjargin í hesum døgum.

 

Her er Sanna við ánna, Ruo, í sambandi við eina venjing fyrr í ár,