HM: Ísland vann 50-25 á Estlandi

Fýra aðrir HM Play Off dystir vóru leiktir í kvøld

Tað eru 22 evropeisk manslandslið, ið stríðast um 11 pláss í HM-endaspælinum í manshondbólti, ið verður í Noregi, Danmark og Kroatia í januar komandi ár.

 

Fyrr í kvøld vunnu Føroyar 34-27 (18-14) á Norðurmakedonia. 

 

Okkara grannar, Ísland koma steinsikkurt til HM-endaspælið, tí teir vunnu í kvøld heili 50-25 á Estlandi á heimavølli. Í steðginum vóru íslendingar á odda 26-12.

 

Ómar Ingi Magnússon gekk undan við at skjóta 13 mál fyri Ísland. Björgvin Páll Gústavsson stórspældi í íslendska málinum. Hann bjargaði 43,75 prosent av málroyndunum hjá Estlandi.

 

Spania vann á heimavølli 32-28 (15-14) á Serbia, og tað kann gerast veruliga torført í returdystinum í Beograd.

 

Grikkaland vann á heimavølli 31-27 (13-12) á Niðurlondum, og Rumenia vann á heimavølli tepran 31-30 (15-11) sigur á Kekkia.

 

Í annaðkvøld vera dystirnir hesir: Georgia-Eysturríki, Litava-Ungarn, Póland-Slovakia, Slovenia-Sveis, Italia-Montenegro, og Portugal-Bosnia Hersogovina.