Noreg hevur tryggjað sær tvey tey fyrstu stigini í í innleiðandi bólki E í HM-endaspælinum í manshondbólti.
Í Bærum uttanfyri Oslo vann Noreg stórsigur 33-17 á USA. Í steðginum var Noreg á odda 13-7.
Torbjørn Bergerud stongdi norska málið. Hann bjargaði heili 57 prosent av málroyndunum.
Í sama bólki kom Brasil niður á jørðina aftur aftaná 29-26 sigurin á Noregi. Brasil mátti lúta 26-30 (12-15) fyri Portugal.
Noreg-USA 33-17 (13-7)
Toppskjúttar Noreg: Simen Lyse 6, Kasper Lien 5, William Aar 4, Magnus Abelvik Rød 4.
Toppskjúttar USA: Jonas Stromberg 4, Andrew Donlin 3, Patrick Hueter 3.
Portugal-Brasil 30-26 (15-12)
Toppskjúttar Portugal: Martim Costa 9, Francisco Costa 5, Antonio Areia 4.
Toppskjúttar Brasil: Haniel Langaro 5, Jean-Pierre Dupoux 5.
Portugal hevur fýra stig, Noreg og Brasil hava tvey stig hvør, og USA hevur einki stig.
Skráin fyri bólk E:
15. januar: Portugal – USA 30-21 (15-10)
15. januar: Noreg – Brasil 26-29 (14-12)
17. januar: Portugal – Brasil 30-26 (15-12)
17. januar: USA – Noreg 33-17 (13-7)
19. januar: Brasil – USA, klokkan 17.
19. januar: Noreg – Portugal, klokkan 19.30.