HM: Góð byrjan hjá Íslandi og Slovenia í bólki G

Kuba og Kap Verde fingu oyruni í maskinuna

Orri Freyr Þorkelsson var toppskjútti hjá Íslandi (Mynd: mbl.is)

Fyrstu dystirnir í innleiðandi bólki G í HM-endaspælinum í manshondbólti vóru í kvøld leiktir í Zagreb í Kroatia.

 

Ísland vann stórsigur 34-21 á Kap Verde (Grønhøvdaoyggjunum). Í steðginum vóru íslendingar á odda 18-8. Tað steðgaði upp hjá íslendingum eina løtu í seinna hálvleiki, men annars høvdu íslendingar fult tamarhald á dystinum. 

 

Í sama bólki vann Slovenia eisini stórsigur. Slovenia vann 41-19 (18-9) á Kuba.

 

Ísland-Kap Verde 34-21 (18-8)

 

Toppskjúttar Ísland: Orri Freyr Þorkelsson 8, Óðinn Þór Ríkharðsson 5, Bjarki Már Elísson 4. 

 

Toppskjúttar Kap Verde: Leandro Semedo 5, Delcio Pina 4, Paulo Moreno 4, Bruno Landim 4. 

 

Slovenia-Kuba 41-19 (18-9)

 

Toppskjúttar Slovenia: Aleks Vlah 7, Tadej Kljun 6, Rok Ovnicek 4, Tilen Kodrin 4, Domen Novak 4, Nejc Cehte 4.

 

Toppskjúttar Kuba: Dariel Garcia 4, Claudio Madrigal 3.

 

Slovenia og Ísland hava tvey stig hvør. Kap Verde og Kuba hava einki stig. 

 

Skráin fyri bólk G:

 

16. januar: Slovenia – Kuba 41-19 (18-9)

 

16. januar: Ísland – Kap Verde 34-21 (18-8)

 

18. januar: Kap Verde – Slovenia, klokkan 17.

 

18. januar: Ísland – Kuba, klokkan 19.30.

 

20. januar: Kuba – Kap Verde, klokkan 17.

 

20. januar: Slovenia – Ísland, klokkan 19.30.

 

Orri Freyr Þorkelsson var toppskjútti hjá Íslandi (Mynd: mbl.is)