HM: Sveis fær Wildcard´ið - Føroyar sleppa ikki til HM

IHF hevur valt at geva USA og Sveis hvør sítt Wildcard til HM-endaspælið í manshondbólti

Nú er endaliga staðfest, at føroyska manslandsliðið í hondbólti ikki sleppur til HM-endaspælið í Kroatia, Noreg og Danmark í januar komandi ár.

 

Altjóða hondbóltssambandið, IHF hevur valt at geva USA - helst orsaka av amerikanska OL-vertsskapinum í 2028 - og Sveis tey bæði Wildcard´ini.

 

Føroyska manslandsliðið kann nú hugsavna seg um at fyrireika seg til komandi EM-undankappingina. 

 

Sveisiski landsliðsvenjarin, Andy Schmid slóg fast í sveisiskum miðlum fyri stuttum, at Sveis var tað liðið, ið ikki rakk HM-endaspælinum í Play Off dystinum, sum var nærmast at røkka HM-endaspælinum. Sveis tapti fyri Slovenia aftaná brotskastskapping, og tað staðfestir Andy Schmid at vera tættari við málið enn samlaðu eittmálstapini hjá Føroyum og Serbia fyri Norðurmakedonia og Spania.

 

Tað letur til, Andy Schmid fekk endurljóð fyri sínum sjónarmiðum.

 

Men við ikki at geva Føroyum eitt Wildcard hevur IHF sagt nei til 5.000 pluss litríkar hondbóltsfjepparar.

 

Tey 5.000 kunnu so hóskandi nú hugsavna seg um at stuðla føroysku kvinnunum í EM-endaspælinum í Basel í Sveis síðst í november og fyrst í desember.

 

Ungarn og Eysturríki eru hini vertslondini til EM-endaspælið hjá kvinnum.