Fyrstu dystirnir í bólki F í HM-endaspælinum í manshondbólti vóru leiktir í Bærum uttanfyri Oslo í kvøld.
Svøríki legði frá landi við einum stórsigri á Japan. Í steðginum var Svøríki á odda 17-13. Í seinna hálvleiki var talan um eitt framúr gott svenskt avrik.
Í sama bólki vann Spania 31-22 (17-13) á Chile.
Svøríki-Japan 39-21 (17-13)
Toppskjúttar Svøríki: Sebastian Karlsson 8, Albin Lagergren 7, Felix Möller 4, Hampus Wanne 4.
Toppskjúttar Japan: Tatsuki Yoshino 4, Seito Yano 4.
Spania-Chile 31-22 (17-13)
Toppskjúttar Spania: Daniel Fernandez 5, Carlos Álvarez 4, Imanol Garciandia 4, Ian Tarrafeta 4.
Toppskjúttar Chile: Esteban Salinas 5, Erwin Feuchtmann 5.
Svøríki og Spania hava tvey stig hvør. Chile og Japan hava einki stig.
Skráin fyri bólk F:
16. januar: Spania – Chile 31-22 (17-13)
16. januar: Svøríki – Japan 39-21 (17-13)
18. januar: Spania – Japan, klokkan 17.
18. januar: Chile – Svøríki, klokkan 19.30.
20. januar: Japan – Chile, klokkan 17.
20. januar: Svøríki – Spania, klokkan 19.30.