HM: Trivaligir sigrar til Danmark og Italia í bólki B

Danmark og Italia hava fýra stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar

Í innleiðandi bólki B í HM-endaspælinum í manshondbólti hildu bæði Danmark og Italia fast í góðu gongdini við trivaligum sigrum í Boxen høllini í Herning.

 

Danmark vann 31-22 á Tunesia. Serliga í fyrra hálvleiki lá væl fyri. Danmark var á odda 17-7 í steðginum. Í seinna hálvleiki slapp Tunesia meira til orðanna, men vandi var ongantíð á ferð hjá Danmark. 

 

Jóhan á Plógv Hansen skoraði fýra mál upp á fýra málmøguleikar í kvøldsins dysti.

 

Italia vísti aftur í kvøld, at teir eru eitt lið sum roknast kann við í framtíðini. Hesaferð vann Italia 32-23 (16-11) á Algeria.

 

Danmark – Tunesia 32-21 (17-7)

 

Toppskjúttar Danmark: Mathias Gidsel 9, Simon Pytlick 5, Jóhan á Plógv Hansen 4, Lasse Andersson 4.

 

Toppskjúttar Tunesia: Islem Jbeli 4, Anouar Ben Abdallah 4.

 

Italia – Algeria 32-23 (16-11)

 

Toppskjúttar Italia: Leo Prantner 7, Simone Mengon 5, Jeremi Pirani 5. 

 

Toppskjúttar Algeria: Ayoub Abdi 6, Messaoud Berkous 6.

 

Danmark og Italia hava fýra stig hvør. Tunesia og Algeria hava einki stig.

 

Skráin fyri bólk B: 

 

14. januar: Italia – Tunesia 32-25 (17-11)

 

14. januar: Danmark – Algeria 47-22 (20-11)

 

16. januar: Italia – Algeria 32-23 (16-11)

 

16. januar: Tunesia – Danmark 32-21 (17-7)

 

18. januar: Algeria – Tunesia, klokkan 17.

 

18. januar: Danmark – Italia, klokkan 19.30.