Í tríðbestu donsku fótbóltsdeildini fingu Hørður H. Askham og liðfelagarnir í Roskilde eina marrubyrjan upp á kappingarárið í útidystinum móti Næstved.
Fáar minuttir undan steðginum fekk Hørður reyða kortið, so liðfelagarnir máttu stríðast 10 móti 11 í meir enn ein hálvleik.
Tað eydnaðist akkurát ikki Roskilde at fáa stig. Væl inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Næstved sigursmálið.
Týsdagin klokkan 17.30 spælir Roskilde dyst móti Kastrup á útivølli í donsku steypakappingini.
Andrass Johansen var við frá dystarbyrjann, tá Fremad Amager á útivølli tapti 1-2 (0-2) fyri Thisted á útivølli.
Ein keðilig byrjan hjá báðum føroyingaliðunum í tríðbestu donsku fótbóltsdeildini.