Hópurin móti Luksemborg úttikin

22 spælarar eru úttiknir til venjingardystirnar móti Luksemborg, sum vera á útivølli 5. og 8. apríl

Kvinnulandsliðið skal í næstum royna seg í tveimum venjingardystum á útivølli móti Luksemborg - Mynd: Bjarni Enghamar

Tann 1. juni í ár tekur Signe Pries Andersen við starvinum sum venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Men inntil tá verður tað hjálparvenjarin, Svenn Olsen, ið hevur ábyrgdina av liðnum. Og tað verður eisini Svenn, ið fer at standa við stýrisvølin, tá kvinnurnar fyrst í komandi mánað skulu spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Luksemborg. Dystirnir vera 5. og 8. apríl.

 

Hópurin er nú klárur, og talan er í stóran mun um spælarar úr heimligu kappingini. Kortini eru tríggjar, Julia Naomi Mortensen og Jensa Tórolvsdóttir, ið spæla í Danmark, og Ásla Johannesen, ið spælir í svenskum fótbólti, millum tær 22, ið Svenn Olsen hevur boðsent.

 

Umframt at fáa tveir góðar venjingardystir, eru landsdystirnir móti Luksemborg eisini liður í fyrireikingunum til UEFA Nations League, sum byrjar tíðliga í heyst. Hvørjum londum Føroyar skulu spæla ímóti, verður avgreitt við lutakasti 2. mai.

 

Hópurin:

 

Margit Kwao, 07 Vestur

 

Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)

 

Olga Kristina Hansen, B36 Tórshavn

 

Valborg Østerø, B36 Tórshavn

 

Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála

 

Jensa Tórolvsdóttir, FC Thy – Thisted Q (Danmark)

 

Sarita Maria Mittfoss, HB Tórshavn

 

Sunneva Willemoes, HB Tórshavn

 

Rúna Jacobsen, HB Tórshavn

 

Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík

 

Birita Ryan, KÍ Klaksvík

 

Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík

 

Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík

 

Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík

 

Tóra Mohr, KÍ Klaksvík

 

Rebekka Benbakoura, KÍ Klaksvík

 

Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík

 

Rúna Olsen, NSÍ Runavík

 

Heidi Sevdal, NSÍ Runavík

 

Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)

 

Maria á Lakjuni, Víkingur

 

Mona Rasmusdóttir, Víkingur

 

Kvinnulandsliðið skal í næstum royna seg í tveimum venjingardystum á útivølli móti Luksemborg - Mynd: Bjarni Enghamar