Hvussu gera vit føroyska flytføri fjølbroyttari uttan at økja bilferðsluna?

Fyrsta stigið er at betra kamarnar fyri almenna ferðslu og fyri tey sum ganga og súkkla. Tað er altýðandi, at vit hava góðar, veruligar valmøguleikar, um vit skulu fáa fólk at ferðast á annan hátt enn við bili.

26-06-2024

Landsverk hevur júst givið út tvey temabløð, sum geva tilmæli til, hvussu íløgurnar í okkara landsvegir skulu raðfestast, um vit vilja hava eina meira burðardygga og fjølbroytta ferðslu. Bløðini vórðu løgd fram í sambandi við eitt alment tiltak, sum var í Smærani í farnu viku. Tú kanst síggja framløguna her. 

Tak nýggju temabløðini niður her.

Til tiltakið høvdu vit bjóða fleiri samstarvspørtum, sum hava givið sítt íkast til temabløðini – umframt ein pendlara, sum hvønn dag tekur bussin millum Gøtu og Havnina. Vit hoyrdu um, hvussu tað er at ferðast við bussi ella súkklu undir verandi kørmum, og hvønn leiklut ferðslutrygdin hevur, tá umræður at fáa fleiri at ganga ella súkkla. Onnur greiddu frá hvørja ávirkan súkkling hevur á likamliga og sálarliga heilsu, og vístu á, hvussu týðandi tað er at arbeiða strategiskt og tvørfakligt við langtíðarplanlegging av burðardyggum flytføri.

Vit takka luttakarunum á tiltakinum fyri nógvar viðkomandi spurningar og viðmerkingar til okkara uppskot. Vit gleða okkum at halda áfram við hesum týðandi arbeiðinum, skrivar landsverk.fo.