Fyrsta umfar í kappingini um løgmanssteypið er á skrá í dag og í morgin. MB og Royn eru ikki við í kappingini, og lutakastið lagaði seg soleiðis, at NSÍ vann seg beinleiðis í fjórðingsfinaluna.
Í dag eru fýra dystir, og í morgin vera tað tríggir dystir í fyrsta umfari.
Størsti favoritturin í fyrsta umfari er Víkingur, sum hevur vunnið 19 tær seinastu ferðirnar í landskappingini.
Í góðveðrinum fara víkingarnir seint seinnapartin suður í høvuðsstaðin, har mótstøðuliðið er FC Hoyvík. Víkingur er topplið í bestu deildini við fullari úrtøku. FC Hoyvík er botnlið í næstbestu deildini við einum stigi.
Venjarin hjá Víkingi Jóhan Petur Poulsen plagar ikki at skifta nakað serligt út frá einum dysti og til tann næsta. Í dag ber tað til at ímynda sær, at hann fer at geva onkrum av teimum møguleikan, sum trúfastir sita á beinkinum og bíða eftir møguleikanum.
Atli Gregersen, Finnur Justinussen og Sølvi Vatnhamar hava ivaleyst gott av at hvíla fyri at vera heilt væl fyri, tá ið grannauppgerðin verður mánakvøldið í Runavík. Ein av teimum, sum hevur sitið á beinkinum og bíða eftir møguleikanum alt 2023 og framvegis bíðar eftir fyrsta dystinum á besta liðnum, er dugnaligi málverjin Hans Jákup Arngrímsson. Tað hevði neyvan koppað liðnum hjá Víkingi, um hann í dag fekk møguleikan fyri fyrstu ferð at verja málð hjá Víkingi í alment skrásettum dysti.
Onnur grannauppgerðin verður á Sandi, har AB verður gestur hjá B71. Felags fyri bæði liðini er, at tey kappast við at vinna uppflyting í bestu deildina. Enn hava tey ikki dystast í landskappingini í ár.
Hin er tann á Vágseiði, har TB verður gestur hjá FC Suðuroy. Longu leygardagin hittast tey aftur í landskappingini. Tá verður tað í Trongisvági.
Og so er tað dysturin í Klaksvík, har HB verður gestur. HB hevur longu vunnið tvær ferðir ímóti KÍ í ár. Í stórsteypadystinum endaði tað 3-2 á Tórsvølli, og í landskappingini endaði tað 1-0 á ovara vølli í Gundadali.
Løgmanssteypið
Mikudagin 24. apríl
KÍ – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30
FC Hoyvík – Víkingur: Árni Brandsson Petersen kl. 17.30
B71 – AB: Bjarki Danielsen kl. 17.30
FC Suðuroy – TB: Heini Ziskason Viðoy kl. 17.30