Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir í ÍBV hava fingið armarnar niður aftaná minniliga steypasigurin á Vali í Laugardalshøllini í Reykjavík farna leygardag, og hava nú fult fokus á landskappingina.
Í kvøld tók ÍBV móti KA/Þór úti í Heimey.
ÍBV vann dystin rættiliga greitt 28-23. Í fyrra hálvleiki var klassamunur, og var ÍBV á odda 18-9 í steðginum. Í seinna hálvleiki valdi venjarin at hvíla fleiri av teimum føstu leikarunum, og so slapp KA/Þór at pynta um úrslitið.
Ingibjørg skoraði eitt mál fyri ÍBV hesaferð.
ÍBV er nú einsamalt oddalið í deildini við 34 stigum. Valur er næstfremst við 32 stigum.
ÍBV hevur tveir dystir eftir í grundspælinum at leika. Komandi leygardag móti Selfossi á heimavølli, og 1. apríl á útivølli móti Fram.
Støðan:
Lið: | Dystir | Málmunur | Stig |
ÍBV | 19 | 547:456 | 34 |
Valur | 19 | 552:452 | 32 |
Stjarnan | 19 | 515:448 | 27 |
Fram | 19 | 521:441 | 23 |
Haukar | 19 | 511:542 | 12 |
KA/Þór | 19 | 455:493 | 12 |
Selfoss | 19 | 489:574 | 8 |
HK | 19 | 411:595 | 4 |