Ikki møguligt at flyta akfør millum Klaksvík og Syðradal

Frá mánadegi 11. august og væntandi til og við sunnudagin 17. august, verður nýggj rampa monterað við bryggjuna á Syðradali.

 

Meðan arbeiðið fer fram, verður ikki møguligt at flyta akfør millum Klaksvík og Syðradal á Kalsoynni.

 

Hetta skrivar ssl.fo.

 

Allar bíleggingar av akførum í hesum tíðarskeiði, íroknað eyka ferðandi í somu bílegging, vera strikaðar og peningurin afturgoldin innan nakrar dagar.

 

Ferðandi, ið ynskja at ferðast millum Klaksvík og Kalsoynna uttan akfar í nevnda tíðarskeiðið, kunnu bíleggja sær ferðaseðil.

 

Meira um hetta sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, ssl.fo.