Ingi Olsen skal venja bæði kvinnur og menn hjá VÍF

Tað verður Ingi Olsen, sum kemur at standa á odda fyri bæði kvinnu- og mansliðnum hjá VÍF komandi kappingarár

Tað verður Ingi Olsen, sum kemur at standa á odda fyri bæði kvinnu- og mansliðnum hjá VÍF komandi kappingarár. Tað boðar VÍF frá á Facebook.

 

VÍF skrivar:

 

VÍF hevur valt at dúva upp á lokalar kreftir komandi kappingarár, og vit kunnu fegnast um, at vit eiga fleiri royndar og dugnaligar venjarar. Ingi Olsen fer at standa á odda fyri báðum liðum saman við Bjarta Hansen, ið verður hjálparvenjari hjá monnunum og Johnny Joensen, ið verður hjálparvenjari hjá kvinnunum.

 

Bæði liðini fara at royna seg í European Cup í heyst. Lutakast var fyrrapartin og okkara kvinnur skulu spæla ímóti einum italskum liði, ímeðan menninir skulu spæla ímóti einum liði úr Eysturríki.

 

VÍF takkar Nuno Farelo fyri tíðina, sum tvey tey seinastu kappingarárini hevur vant okkara manslið, har teir vunnu steypakappingina farna kappingarár og grundspælið bæði árini.

 

Venjarar eru eisini settir hjá flestu barna- og ungdómsliðnum og so skjótt síðstu smálutirnir eru komnir upp á pláss, verður boðað frá hesum.