ÍBV hevur vunnið grundspælið

ÍBV er tvey stig frammanfyri Val undan seinasta umfarinum í grundspælinum, og er betri innanhýsis

Hetta eru góðir og spennandi dagar hjá Ingibjørg Olsen og hennara liðfeløgum í ÍBV. 

 

Fyri stuttum vunnu tær íslendsku steypakappingina, og nú hava tær vunnið grundspælið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. 

 

Í dag vann ÍBV á heimavølli úti á Heimey stórsigur 41-27 á Selfossi. Í steðginum var ÍBV á odda 21-15.

 

Ingibjørg skoraði fýra mál fyri ÍBV í dag.

 

Sigurin merkir, at ÍBV er fremst við 36 stigum, tveimum stigum fleiri enn Valur undan seinasta umfarinum í grundspælinum. ÍBV er betri innanhýsis, og tí kann Valur ikki fáa ÍBV aftur.

 

Komandi leygardag spælir ÍBV móti Fram í Reykjavík. Sama dag tekur Valur móti KA/Þór.

 

ÍBV fær fyrimun av fleiri heimadystum í hálvfinalunum, og møguligum finalum um íslendska meistaraskapið við at hava vunnið grundspælið.

 

Seinast ÍBV vann grundspælið var í 2004, og seinast tær vunnu meistaraskapið var í 2006.

 

 

 

Støðan: 

 

Lið: DystirMálmunurStig
ÍBV20588:48336
Valur20580:47334
Stjarnan20538:46929
Fram20549:46625
Haukar20532:56512
KA/Þór20480:52112
Selfoss20516:6158
HK20432:6234