Ingibjørg skal spæla steypafinalu í Laugardalshøllini

ÍBV vann ein rættiliga sannførandi hálvfinalusigur á Selfossi

Ingibjørg Olsen og hennara liðfelagar í ÍBV spældu í kvøld hálvfinalu í íslendsku steypakappingini.

 

Í hálvfinaluni vann ÍBV ein rættiliga sannførandi 29-26 sigur á Selfossi. Í steðginum var ÍBV á odda 16-11.

 

Liðini fylgdust til støðuna 4-4. Eftir tað var tað ÍBV sum hevði leiðsluna. Eitt skiftið í seinna hálvleiki var ÍBV á odda 24-16. Seinastu løtuna fekk Selfoss pyntað um úrslitið. 

 

Ingibjørg skoraði trý mál fyri ÍBV í kvøld, og kann gleða seg til eina stóra uppliving í Laugardalshøllini komandi leygardag, tá ÍBV skal spæla steypafinalu móti Vali.

 

Í landskappingini eru ÍBV og Valur fremst við 32 stigum hvør, so talan verður uttan iva um ein spennandi og javnan dyst.