Iran ikki einsamalt um álopið á Ísrael

- Í beinleiðis bardaga er eingin ivi um, at Ísrael er ein nógv sterkari og máttmiklari luttakari enn Iran, sigur miðeystur-serfrøðingurin, Jørgen Jensehaugen, við NRK.

 

 

Sjálvt um Iran skeyt flestu dronurnar og rakettirnar, var Iran ikki einsamalt um álopið á Ísrael. Mynd: NRK.

Tað var seinasta sunnukvøld, at Iran byrjaði umfatandi dronu-og rakettálopið á Ísrael. Einar 300 dronur og rakettir vórðu sendar móti erkafíggindanum, Ísrael. Ferðin tekur fleiri tímar, og væntandi varð, at fyrstu rakettirnar og dronurnar fóru at raka Ísrael umleið klokkan 02 lokala tíð.

 

- Løtan, tá rakettirnar súsa inn í ísraelskt loftrúm og yvir Jerusalem er søgulig. Hóast viðurskiftini millum Iran og Ísrael hava verið ísakøld í fleiri ára tíggjur, hevur Iran ongantíð lopið beinleiðis á ísraelskt landaøki. 

 

Tað sigur norski oberstloytnanturin, Sigbjørn Halsne, við norska kringvarpið, NRK og leggur aftrat, at hetta er fyrstu ferð, at Iran skjýtir úr iranskum øki og inn í Ísrael. 

 

Sjálvt um Iran skeyt tær allar flestu dronurnar og rakettirnar inn í Ísrael, var Iran ikki einsamalt um álopið.

 

Í loftálopinum hesa náttina luttóku eisini stuðlar hjá Iran í Irak, Sýria og Jemen. Norski miðeystur-serfrøðingurin, Jørgen Jensehaugen, sigur, at hesi lond leingi hava verið partur í stríðnum í Miðeystri.

 

- Iran sær seg sjálvt sum leiðara fyri mótstøðuni, sum fevnir um Iran, Sýria, Hizbollah, Houthiarnar og Hamas. Hesir partar eru sambært teimum sjálvum í kríggi móti USA og móti Ísrael, sigur Jørgen Jensehaugen. 

 

Hann vísir á, at við at veita vápn og upplæring til hernaðarligar bólkar í Miðeystri í áravís, hevur Iran bygt upp eina sterkari verju í økinum.

 

Stríðið millum Ísrael og Iran verður rópt eitt proxy-kríggj, sum merkir, at kríggið er millum Iran og Ísrael, men at tað eru hernaðarligir bólkar - róptir proxy-bólkar - sum stríðast fyri Iran.

 

- Tað er í hesum samanhangi, at kríggið - ella skuggakríggið - gongur fyri seg, sigur miðeystur-serfrøðingurin.

 

Men, nú er hetta broytt, tí nú er Iran sjálvt farið í álop á Ísrael. 

 

- Í beinleiðis bardaga er eingin ivi um, at Ísrael er ein nógv sterkari og máttmiklari luttakari enn Iran. Landið hevur bæði betri herfólk og vápn enn Iran, sigur Jørgen Jensehaugen við NRK.

 

Sambært amerikanskari fregnartænastu vardi álopið á Ísrael í fimm tímar - frá tí, at fyrstu dronurnar vórðu sendar avstað, til alt varð hasað av. Ísrael saman við USA, Bretlandi og Fraklandi skutu 99 prosent av dronunum og rakettunum niður.

 

Av umleið 300 dronum og rakettum, sum Iran og sameindir sendu inn í Ísrael, sluppu fimm framvið loftverjuni. Aftrat smávegis skaðum, varð ein sjey ára gomul genta í Ísrael rakt av splintum, og ein ísraelsk hernaðarstøð fekk smærri skaðar.

 

Ein størri grein um støðuna í Miðeystri kann lesast á www.nrk.no

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/vilja-hava-norskar-rikisborgarar-av-ryma-ur-iran

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Sjálvt um Iran skeyt flestu dronurnar og rakettirnar, var Iran ikki einsamalt um álopið á Ísrael. Mynd: NRK.