Reuters endurgevur í morgun iranska uttanríkisráðharran, Abbas Araghchi, fyri at siga, at Iran ynskir ikki, at kríggið millum Iran og Ísrael spreiðir seg.
Samstundis leggur hann eftir USA, sum hann heldur gav Ísrael grønt ljós fyri ógvusliga álopinum á Iran fríggjanáttina.
Abbas Araghchi heldur, at ísraelska áopið hevði ongantíð komið, um USA ikki hevði givið Ísrael grønt ljós fyri at leypa á.
- Svarið úr Teheran móti Ísrael byggir á sjálvverju, sigur iranski uttanríkisráðharrin.
Sambært Abbas Araghchi ynskir Iran ikki, at krígsstøðan millum londini verður víðkað - ella eskalerað, sum ofta verður sagt um slíkar støður.
- Vit ynskja ikki, at kríggið við Ísrael verður víðkað, um ikki vit verða noyddir at gera tað, sigur iranski uttanríkisráðharrin sambært Reuters.