Ísrael bumbar Beirut aftur í kvøld

Sambært vitnum, sum Reuters hevur skift orð við í kvøld, hava harðar spreingingar verið at hoyrt, og her hevur verið nógvur eldur og roykur.

Seint í kvøld verður sagt, at ísraelski herurin nú fremur nýggj álop á leiðini sunnan fyri høvuðsstaðin Beirut í Libanon.

 

Sagt verður, at álop eisini hava verið nærindis altjóða flogvøllinum. Sambært Al Jazeera er talan um álop við stríðsflogførum.

 

Tíðindastovan AFP veit frá keldu, sum stendur Hizbollah nær, at siga, at Ísrael hevur framt fleiri álop kring høvuðsstaðin í Libanon í kvøld.

 

Í sínum lagi hevur ísraelski herurin heitt á borgarar, sum búgva í økjum, har lopið hevur verið á, um at rýma, meðan bumburnar bresta.

 

Sambært vitnum, sum Reuters hevur skift orð við í kvøld, hava harðar spreingingar verið at hoyrt, og her hevur verið nógvur eldur og roykur.

 

Í kvøld vita heilsumyndugleikarnir í Beirut at siga, at 37 fólk hava latið lív í ísraelskum álopum í Libanon seinasta samdøgrið, og talið av løstaðum er 151.

 

##med2##

 


 

 

Myndin vísir eld og royk í syðra parti av høvuðsstaðnum Beirut seint í kvøld.