Seint í dag visti ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, at siga, at ísraelski herurin hevur kringsett bústaðin hjá Hamas leiðara í Gaza.
Talan er um mannin, Yahya Sinwar, sum er maðurin á myndini omanfyri. Mett verður, at tað er hann sum situr við valdinum í Gazageiranum.
Tað er tíðindastovan Reuters, sum ber hesi tíðindi í kvøld. Tað er tó óvist, skriva útlendskir miðlar, um Yahya Sinwar, er staddur í búðini i dag.