Ísrael: Semja um at lata gíslar úr Gaza leysar

Enn er óvist, júst nær trygdarráðið í Ísrael skal hittast at atkvøða um Gaza-avtaluna.

Mynd frá mikudegnum har stuðlar og avvarðandi hjá gíslum í Gaza savnaðust uttan fyri heimið hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, í Jerusalem í Ísrael. Partur av vápnahvíldaravtaluni verður, at Hamas-rørslan letur gíslar leysar, meðan Ísrael letur palestinskar fangar leysar. - Mynd: John Wessels/Ritzau Scanpix

Ísraelska forsætisráðharraskrivstovan segði í eini fráboðan seint í gjárkvldið okkara tíð, at ein "avtala um leyslating av gíslum" er fingin í lag.

Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

- Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, hevur fingið at vita frá semingsmonnum, at semja er gjørd um at lata gíslarnar leysar.

Eisini frættist, at Netanyahu hevur kallað inn til fund í trygdarráðnum í Ísrael at atkvøða um avtaluna.

- Forsætisráðharrin hevur biðið trygdarráðið um at koma saman í morgin (í dag, red.). Síðani kemur stjórnin á fund at góðkenna avtaluna.

Enn er ikki greitt, júst nær atkvøðugreiðslan verður. Tað hava verið mótstríðandi fráboðanir frá ymiskum miðlum og ónevndum ísraelskum keldum um, nær hetta fer at henda.

Góðkenningin hjá Ísrael av avtaluni er treytað av, at avtalan fær grønt ljós í atkvøðugreiðsluni í tjóðartinginum.

Fráboðanin í gjárkvøldið kom dagin eftir, at skrivstovan hjá Netanyahu boðaði frá, sambært amerikanska miðlinum AP, at arbeitt varð “í síðstu løtu” við fleiri “knøttum” í avtaluni.

Hamas royndi at trýsta Ísrael til broytingar, segði Netanyahu og kallaði støðuna fyri eina kreppu.

Ein avtala viðvíkjandi Gaza skuldi bæði fevna um vápnahvíld og at lata ísraelskar gíslar og palestinskar fangar leysar.

Tað kundi gjørt enda á 15 mánaða ósemju.

- Ísrael er sinnað at røkka øllum málunum í krígnum, eisini at fáa allar gíslar - bæði livandi og deyð - heim aftur, sigur forsætisráðharraskrivstovan í eini fráboðan í gjárkvøldið, sambært ísraelska miðlinum Tíðir Ísraels.

Meklarar í samráðingunum hava sagt, at avtalan skal fevna um trý stig.

Eitt byrjanarstig uppá seks vikur skal byrja við, at ísraelskar herdeildir stigvíst taka seg úr Gazageiranum. Gíslar, sum Hamas tók 7. oktober 2023, skulu sleppa leysir, í býti við, at Ísrael eisini sleppur palestinarum í ísraelskum fongslum leysum.

33 gíslar hjá Hamas skulu eftir ætlan latast leysir í fyrsta umfari.

Sambært Times of Israel hava avvarðandi hjá teimum 98 gíslunum fingið at vita um gongdina í samráðingunum.

Sambært Times of Israel segði forsætismálaráðið, at ísraelskir myndugleikar eru bidnir um at samstarva í fyrireikingunum at taka ímóti teimum leyslatnu gíslunum.

 

/Ritzau/

 

Mynd frá mikudegnum har stuðlar og avvarðandi hjá gíslum í Gaza savnaðust uttan fyri heimið hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, í Jerusalem í Ísrael. Partur av vápnahvíldaravtaluni verður, at Hamas-rørslan letur gíslar leysar, meðan Ísrael letur palestinskar fangar leysar. - Mynd: John Wessels/Ritzau Scanpix