Ísrael roknar nú býin, Rafah, sum seinasta skansan hjá Hamas í Gazageiranum, og nú hevur ísraelski herurin fyrireikað seg til at taka ræðið í øllum økinum.
Hetta sigur eitt talsfólk og toppleiðari í ísraelska herinum, IDF, við Reuters. Býurin Rafah liggur har suðuri í Gazageiranum og beint við markið til Egyptaland.
Tað verður tó eingin verulig innrás í Rafah, fyrr enn ísraelska stjórnin og forsætisráðharri landsins, Benjamin Netanyahu, hava góðkent átakið.
Fyri fleiri vikum síðan segði Ísrael, at tey fara at senda herdeildir inn í býin, og nú er so líkt til, at herurin er til reiðar og bara bíðar eftir boðum frá stjórnini.
Ísrael er eisini í kríggi við Hizbollah í syðra parti av Libanon, og ísraelska stjórnin sigur í dag við AFP, at eitt átak er í gongd um hesar leiðir nú seinnapartin.