Ísraelski herurin víðkar landálopið til allan Gazageiran

Sambært stabsstjóra fer landálopið í syðra Gaza at líkjast tí norðanfyri. Vit lata vápnini tala sigur Netanyahu

Israelskir hermenn og hernaðarakfør stóðu í dag til reiðar við markið til Gazageiran at stuðla landálopinum, um neyðugt. Við bláum á grabbanum stendur: »Mál okkara er at leggja Hamas í oyði«. - Foto: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix

Ísraelski herurin (IDF) hevur víðkað landálopið ímóti Hamas-rørsluna, so tað umfatar »allar partar« av Gazageiranum. Tað sigur talsmaður fyri herin í dag sambært Reuters.

– IDF víðkar framvegis landálopið ímóti Hamas-rørsluna, so tað fevnir um »allar partar« av Gazageiranum, sigur talsmaðurin Daniel Hagari.

– Deildirnar koma andlit til andlits við yvirgangsmenninar og drepa teir, leggur hann afturat á tíðindafundi í Tel Aviv.

Landálopið hevur vart í umleið fimm vikur.

Í sjey dagar var steðgur í bardøgunum, meðan Ísrael og Hamas býttu um fangar fyri gíslar, og lastbilar við neyðhjálp sluppu at koyra inn til sivilfólki í Gazageiranum.

Í dag hevur ísraelski herurin heitt á nógvar íbúgvar í syðra partinum av Gazageiranum umkring næst størsta býin, Khan Younis, um at fara úr býnum.

Stutt eftir helt Ísrael fram við bumbingini av bæði tí norðara og syðra Gaza.

Herurin hevur givið sivilum palestinum boð um at fara úr ymsum økjum kring Khan younis.

Íbúgvar í Gazageiranum fóru í dag undir at pakka, men søgdu samstundis, at tey øki, tey hava fingið boð um at fara til, eisini vóru undir álopi.

– Vit síggja eingi trygg øki, sigur Nabil al-Ghandour, sum nú er flýddur fimm ferðir og var við at svana familju sína fyri at fara úr Khan Younis við Rafah.

– Men vit flyta, tí hvat kunnu vit gera? Vit hava børn, og alla náttina verður bumbað, sigur hann.

Ísraelski herovastin, Herzi Halevi, segði í einum boðum, at álopið har suðuri fer at líkjast tí, sum er fram norðanfyri.

– Vit bardust harðliga og gjølla í norðara partinum av Gazageiranum, og tað gera vit nú eisini í syðra partinum av Gazageiranum, sigur hann.

Benjamin Netanyahy, forsætisráðharri, sigur sambært blaðnum Times of Israel, at bumbingarnar eru ein partur av gíslasamráðingunum, sum Ísrael fór burturúr í gjár í Qatar.

– Vit halda fram við at tosa við fíggindan um at lata leysar gíslar. Vit lata vápnini tala, sigur Netanyahy.

Stjórn hansara hevur sum mál at útrudda Hamas og tryggja, at rørslan ongantíð aftur kann gera álop á Ísrael.

Stjórin í ísraelsku fregnartæ astuni Shin Bet sebði fyrr í dag í samrøðu við sjónvarpsstøðina Kan, at Ísrael fer at finna fram til Hamas í Libanon, Turkalandi og Qatar.

– Stjórnin hevur sett sær sum mál at útrudda Hamas, sigur Shin Bet-stjórin, Ronen Bar.

– Tað gera vit allastaðni, í Gaza, á Vestara áarbakka, í Libanon, í Turkalandi, í Qatar. Tað fer at taka nøkur ár, men vit vilja vera har og gera tað.

Higartil eru yvir 15.500 palestinar deyðir í ísraelskum álopum, vísa tøl frá heilsumálaráðnum í Gazageiranum, sum Hamas hevur ræði á.

Tað er ikki gjørligt at fáa tølini av deyðum váttað frá óheftum.

Fyrr í dag boðaði ísraelski herurin frá, at tey hava fram eini 10.000 loftálop ímóti málum í Gazageiranum, síðani kríggið ímóti Hamas byrjaði fyri sløkum tveimum mánaðum síðani.

Málini fevna millum annað um kommandomiðstøðir, tunlar og vápnagoymslur.

Upplýsingarnar kunnu ikki váttast frá óheftari síðu.

Fyri trimum vikum síðani ljóðaðu boðini frá herinum, at tey høvdu lopið á 15.000 mál í Gazageiranum síðani 7. oktober, skrivar tíðindastovan dpa.

/ritzau/

Israelskir hermenn og hernaðarakfør stóðu í dag til reiðar við markið til Gazageiran at stuðla landálopinum, um neyðugt. Við bláum á grabbanum stendur: »Mál okkara er at leggja Hamas í oyði«. - Foto: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix