Ísraelskir herurin hevur tikið uppaftur kríggið í Gaza

Tíðliga í morgun boðaði ísraelski herurin frá, at hann hevði steðgað einum rakettálopi úr Gaza

 

Said Khatib/AFP/Ritzau Scanpix

Ísraelski herurin hevur tikið uppaftur kríggið ímóti Hamas í Gazageiranum.

Tað upplýsir herurin í morgun sambært tíðindastovuni Reuters.

Ísraelski herurin leggur samstundis Hamas undir at bróta treytirnar í vápnahvíldini.

Tíðliga í morgun boðaði ísraelski herurin frá, at hann hevði steðgað einum rakettálopið úr Gaza.

Tíðindastovan Shehab, sum hevur tætt tiltknýti til Hamas, boðar somuleiðis frá í morgun, at skot og spreingingar hoyrast í norðara parti av Gaza, skrivar Reuters.

Shehab hevur ikki fleiri smálutir, og Reuters hevur ikki verið ført fyri at vátta boðini frá tíðindastovuni.

Ein journalistur frá tíðindastovuni AFP boðar frá loftálopum frá ísraelskum stríðsflogførum og skotum í Gaza býi.

Ísraelski herurin boðar sjálvur frá sambært Reuters, at stríðsflogfør í morgun leypa á Hamas-mál í Gaza.

Vápnahvíldin stóð til at ganga út í morgun klokkan 07 lokala tíð – klokkan 05 okkara tíð.

Í nátt skrivaði blaðið Wall Street Journal, at partarnir sambært egyptisku embætisfólkum vóru samd um at leingja vápnahvíldina við enn einum degi.

Hvørki Ísrael ella Hamas hava melda út, at partarnir vóru komnir til eina semju um at leingja vápnahvíldina.

Tann avtalaði steðgurin í bardøgunum millum teir báðar partarnar hevur vart síðani fríggjamorgun í síðstu viku. Í fyrsta umfari ljóðaði avtalan upp á fýra dagar vápnahvíld. Síðani er hon longd til hósmorgunin og síðani til fríggjamorgunin.

Meðan steðgur hevur verið í bardøgunum, hevur Hamas latið leysar tíggjutals gíslar, og Ísrael hevur latið leysar hundraðtals palestinskar fangar.

Hósdagin lat eisini Hamas Reyða Krossi seks gíslar afturat. Fáar tímar seinni boðaði ísraelsku fongsulsmyndugleikarnir frá, at 30 palestinskir fangar vórðu latnir leysir úr ísraelskum fongslum.

Við leyslatingunum í gjár hevur Hamas latið leysar 105 gíslar, meðan Ísrael hevur latið tilsamans 240 palestinar leysar úr fongslum. Tað skrivar Reuters.

Steðgurin í bardøgunum gav eisini møguleikar til, at neyðhjálp kundi latast inn í Gaza.

/ritzau/

 

 

Said Khatib/AFP/Ritzau Scanpix