Jan og Beinta vunnu aftur FM

Dart: Jan McIntosh og Beinta Joensen vunnu FM um vikuskiftið

Mynd: (Dartsambandið) Jan McIntosh, FM vinnari 2022

Tað blivu favorittarnir, Jan McIntosh úr HDF og Beinta Joensen KDF, sum vunnu FM í dart um vikuskiftið. Í tvímansleiki vann Jan McIntosh saman Una Árting, sum somuleiðis spælir við Havnar Dartfelag. Dartsambandið skrivar, at FM í dart var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hjá monnum, kvinnum og í tvímansleiki vóru somu FM vinnarar sum í fjør.

 

- Hjá kvinnunum vóru átta tær bestu frá farna kappingarárið við. Stóri spenningurin var um nøkur kundi taka FM-steypið frá Beintu Joensen, sum hevur verið einaráðandi í ár. Beinta Joensen, sum fyrr í ár gjørdist millum tær 32 bestu í Evropa, var eitt stig hægri enn allar hinar. Beinta lat ongan iva vera um, at hon í løtuni er besti spælarin, skrivar Dartsambandið.

 

Í hálvfinaluni møtti hon Birthe Sikivat, sum er tann einasta, ið hevur givið henni mótstøðu í ár. Men har var eingin ivi, sjálvt um Beinta Joensen kom afturum 1-0, so vann hon 3-1. Í finaluni møtti hon systur síni Duritu Joensen, og tað valdaði eitt sindur av spenningi, tí her var ein ordilig lokal uppgerð, men heldur ikki her var nakar ivi, tí finalan endaði 4-0.

 

- Hjá monnum vóru 48 teir bestu møttir. Jan McIntosh úr HDF, sum fyrr í ár gjørdist nummar fimm í Evropa, var favorittur at vinna kappingina. støðið hjá monnum var høgt, og fleiri kunnu á einum góðum degi geva honum mótstøðu. Tað sóu vit serliga, tá unga talentið, Bogi Arge úr HDF, møtti Jan í fjórðingsfinaluni. Bogi var á odda 3-2, men Jan javnaði, og í avgerðandi settinum brendi Bogi dystarpíl, tá hann misti eina lukking á 116. Tá kundi hann tað sama sligið favorittin út longu tá, skrivar Dartsambandið.

 

Áftana skelkin lat Jan McIntosh ongan iva verða um, at hann í løtuni er tann besti. Í finaluni møtti hann makkaranum í tvímansleiki, Una Árting, og aftana nógvar mistar doublar frá Una, so vann Jan McIntosh dystin 7-1.

 

Í tvímansleiki vunnu favorittarnir Uni Árting og Jan McIntosh. Finalan varð móti Peturi og Niels Thomsen. Hon gjørdist tann mest spennandi av finalunum, og var til tíðir væl spæld. Aftaná at hava fylgst til 3-3, so fóru Jan McIntosh og Uni Árting undan og vunnu at enda 6-4.

 

Úrslit:

 

Kvinnur:

 

Nr 1 Beinta Joensen KDF

 

Nr 2 Durita Joensen KDF

 

Nr 3 Joan Edvør Jacobsen VDF

 

Nr 3 Brthe Sikivat ADF

 

Fægst pílar: Beinta Joensen KDF 25

 

Hægst útgang: Beinta Joensen KDF 102

 

##med2##

 

##med4##

 

Menn:

 

Nr 1 Jan McIntosh HDF

 

Nr 2 Uni Árting HDF

 

Nr 3 Jógvan Viderø Olsen D9

 

Fægst pílar Jógvan Viderø Olsen D9 14

 

Hægst útgang: Jógvan Viderø Olsen 126

 

Tvímansleikur:

 

Nr 1 Jan McIntosh/Uni Árting HDF

 

Nr 2 Petur Thomsen/Niels Thomsen D16/HDF

 

Nr 3 Ingolf Tvørfoss / Bogi Arge Pílar og Skot/HDF

 

Nr 3 Jan Erik Fjallstein/Jón Johansen VDF

 

Fægst pílar: Petur Thomsen/Niels Thomsen D16/HDF 12

 

Hægst útgang: Ingolf Tvørfoss/Bogi Arge Pílar og Skot/HDF 147

 

#med3##

 

Mynd: (Dartsambandið) Jan McIntosh, FM vinnari 2022

Mynd: (Dartsambandið) Beinta Joensen, FM vinnari 2022

Mynd: (Dartsambandið) Tvímansleikur menn. FM vinnarar (nr 5 og 6 frá vinstru) Jan McIntosh og Uni Árting

Mynd: (Dartsambandið) Topp fýra hjá kvinnunum