Jan Restorff hevur verið leiðari á matstovuni Søllerød Kro síðani 1999 Mynd: Simon Læssøe/Ritzau Scanpix

Jan Restorff fingið serstaka virðisløn

Tað er stóri týsktalandi miðilin, Falstaff, ið á hvørjum ári ummælir matstovur kring heimin, sum júst nú hevur verið í Danmark.

Jan Restorff hevur verið leiðari á matstovuni Søllerød Kro síðani 1999 Mynd: Simon Læssøe/Ritzau Scanpix

Jan Restorff, ið er matstovuleiðari á víðagitnu matstovuni, Søllerød Kro, hevur nevniliga fingið heraklapp fyri sítt ídni í matstovuvinnuni - ein sonevndan “Lifetime Achievement Award“.

 

Falstaff skrivar, at tað ber næstan ikki til at umrøða serstaka tænastu í Danmark uttan at nevna Jan Restorff. Fyri nógvar gestir snýr tað seg ikki bara um at vitja matstovuna og at eta á Søllerød Kro – tað snýr seg um at “eta hjá Jani”. So djúpt er føroyski tænarin vovin inn í tógvið á hesum søguliga arbeiðsstaði, har hann hevur verið leiðari síðani 1999.

 

##med2##

 

– Sum fullkomin vertur, hevur Restorff ein viðføddan førleika at skapa ein stemning av áliti og hita, sum tryggjar, at gestirnir koma aftur ferð eftir ferð. Hansara “instinkt” fyri gestablídni er samsvarandi hansara passión fyri víni.

 

– Gjøgnum árini hevur hann nágreiniliga snikkað virðislønta vínlistan hjá Søllerød Kro, sum hevur vunnið nógvar virðismiklar virðislønir.

 

– Handan sína egnu dygd hevur hann verið mentor hjá óteljandi ungum talentum og givið eldhug sín til tænastu og gestanøgdsemi. Ávirkan hansara røkkur langt út um Søllerød Kro. Restorff hevur sett ógloymandi spor á danska matstovuøkið og sett eitt støði í tænastuvinnuni, sum fá kunnu standa ímóti, skrivar Falstaff í viðmerking til virðislønina.

 

 

Jan Restorff hevur verið leiðari á matstovuni Søllerød Kro síðani 1999 Mynd: Simon Læssøe/Ritzau Scanpix

– »Instinkt« hansara fyri gest­a­blídni er samsvarandi hans­ara pass­i­ón fyri víni, sigur Falstaff Mynd: Simon Læssøe/Ritzau Scanpix