Jana Mittún vann á Súnu K. Hansen

Føroyingauppgerð var í Viborg í bestu donsku hondbóltsdeildini

Tvær av føroysku EM-hetjunum møttust í innanhýsis dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Í BioCirc Arena høllini í Viborg tóku Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg móti Súnu K. Hansen og liðfeløgunum í Skanderborg.

 

Í fyrra hálvleiki var Skanderborg omaná, og var útiliðið á odda 16-13 í steðginum. Í seinna hálvleiki var tað Viborg sum var greitt betri, og tað endaði við einum 32-28 sigri til Viborg.

 

Jana skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál. Súna skoraði trý mál, legði upp til fýra mál og vann liðnum eitt brotskast.

 

Viborg er nummar fimm í deildini við 16 stigum fyri 12 dystir. Skanderborg er nummar níggju við sjey stigum.

 

Í morgin klokkan 15 taka Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing móti liðnum hjá Anniku F. Petersen og Lív S. Poulsen, EH Aalborg á heimavølli.