– Hanna og Sólvit eru vælkomin í Miðflokkin

– Vit hava kanska tað til felags, sum hevur gjørt, at tey eru komin í trupulleikar í Framsókn, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, nú Poul Michelsen heldur, at tvey framsóknartingfólk áttu at farið úr flokkinum.

Hanna Jensen og Sólvit E. Nolsøe atkvøddu bæði ímóti uppskotinum hjá teirra egna landsstýrismanni um at broyta fosturtøkulóggávuna í vár, soleiðis at til bar hjá kvinnum at fáa fosturtøku í Føroyum fram til 12. viku, eins og í Danmark.

 

Uppskotið fall við 15 fyri og 15 ímóti. Hevði ein teirra atkvøtt fyri uppskotinum – ella atkvøtt blank ella latið vera við at greitt atkvøðu – so hevði tað verið samtykt. Tí kann man siga, at Hanna og Sólvit feldu uppskotið hjá sínum egna landsstýrismanni.

 

Miðflokkurin hevði annars eisini eitt uppskot um fosturtøku sama dagin – eitt uppskot um at banna fosturtøku.

 

Og her atkvøddi Hanna Jensen ikki ímóti, men atkvøddi blankt.

 

Støðan hevur síðan hendan dagin verið spent í Framsókn, og tað hevur ikki gjørt støðuna betri, at fyrrverandi formaðurin og stovnarin, Poul Michelsen, eftirfylgjandi hevur sagt, at tey bæði, Hanna Jensen og Sólvit E. Nolsøe, ikki hoyra heima í flokkinum.

 

Men skuldu tey nú havt hug at skifta flokk, so eru tey vælkomin í Miðflokkin. Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum við in.fo í dag.

 

– Tey skulu vera vælkomin. Øll, sum stuðla politikki Miðfloksins, eisini Hanna og Sólvit, eru vælkomin í Miðflokkin, sigur hann.

 

Í gjár sendi Jenis av Rana saman við hinum tingmanni Miðfloksins, Steffan Klein Poulsen, eitt takkarskriv út til Honnu og Sólvit. Har takkaðu teir teimum fyri at verja ófødda barnið:

 

– Hvat er tað gott, at óføddu børn Føroya eisini kundu rokna tykkum sum vinir, tá álopsroyndin, at lógarfesta rættin at taka lív teirra, varð gjørd, skrivaðu teir.

 

Og í dag sigur Jenis av Rana:

 

– Vit skrivaðu hatta ikki, tí vit beinleiðis droyma um at fáa tey uppí flokkin. Hatta var meira ein stuðul til tey frá okkum. Tað stendur upp til tey sjálvi, hvønn flokk tey velja. Men um tey halda, at Miðflokkurin hevur ein góðan politikk, so eru tey vælkomin.

 

Jenis av Rana heldur tó, at tað virkar sum, at tey hava nøkunlunda sama virðisgrundarlag.

 

– Vit hava nógv til felags. Vit hava kanska tað til felags, sum hevur gjørt, at tey eru komin í trupulleikar í Framsókn. Eg gangi út frá, at tey stuðla barninum út frá einum andaligum grundstøði. So ja, tað hava vit til felags, og tí haldi eg eisini, at vit eru so væl, sigur hann og leggur aftrat, at hann ikki hevur tosað við tey um hetta.

 

Vit hava roynt at spurt Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn, um støðuna í Framsókn. Men hon hevur onga viðmerking – hvørki til støðuna hjá Honnu og Sólvit í flokkinum, ella til stemningin innanhýsis í flokkinum.

 

– Hatta er ein flokkur, sum er í stórum trupulleikum. Eg skilji væl, at Ruth Vang ikki vil úttala seg, sigur Jenis av Rana.