Joe Biden helt røðu fyri tjóðini hóskvøldið. USA er eitt hugskot, sum eigur størri vald enn nakar einaræðisharri ella tyranni, sigur forsetin. - Mynd: Evan Vucci/Reuters 

Joe Biden í røðu: Fólkaræði hevur størri týdning enn eitt heiti

Joe Biden sigur, at fólkaræðið í Amerika er upp á spæl og hevur størri týdning fyri hann enn at kunna kalla seg forseta.

Joe Biden helt røðu fyri tjóðini hóskvøldið. USA er eitt hugskot, sum eigur størri vald enn nakar einaræðisharri ella tyranni, sigur forsetin. - Mynd: Evan Vucci/Reuters 

Verjan av amerikanska fólkaræðinum hevur størri týdning fyri forsetan í USA, Joe Biden, enn at kunna kalla seg landsins forseta.

Tað sigur hann hóskvøldið í røðu frá Oval Office í embætisbústaðnum hjá Hvítu Húsunum.

- Verjan av fólkaræðinum er týdningarmiklari enn nakað heiti, sigur forsetin.

- Eg finni styrki og gleði í at arbeiða fyri amerikanska fólkið. Men henda heilaga uppgávan at fullføra okkara sambandsríki av statum snýr seg ikki um meg, men um tykkum. Tínar familjur. Tykkara framtíð.

Ætlanin hjá demokratunum var í roynd og veru at stilla Joe Biden upp til afturval fyri at tryggja honum fýra ár afturat sum forseta í USA, tá USA fer áforsetaval 5. november.

Tað var tó ein fótongul hjá sitandi forseta, tá hann kom andlit til andlits við mótstøðuvalevnið, Donald Trump, á einum sjónvarpskjakfundi síðst í juni.

81 ára gamli Biden stríddist sjónliga við orðini og fekk síðani harðar atfinningar fyri at síggja troyttur út, vera óskarpur og tykjast ikki vera til staðar.

Sunnudagin boðaði hann frá, at hann tekur seg aftur sum valevni og gevur í staðin sín stuðul til Kamala Harris, varaforseta sínum, til at gerast valevni hjá demokratunum til valið í november.

- Hon er roynd, hon er hørð, hon er skikkað. Hon hevur verið ein frálíkur samstarvsfelagi fyri meg og ein leiðari fyri okkara land. Nú er tað upp til tykkum, amerikanska fólkið, sigur Biden í røðu síni hóskvøldið.

Demokratarnir plaga at finnast at Trump fyri at vilja gera amerikanska fólkaræðið veikari og politisera miðfyrisitingina í landinum til egnan fyrimun.

Trump hevur fyrr tosað positivt um einaræðisligar statsleiðarar sum forsetan í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, forsetan í Russlandi, Vladimir Putin, og leiðaran í Norðurkorea, Kim Jong-un.

- USA er eitt hugskot. Eitt hugskot, sum er sterkari enn nakar herur, størri enn nakað hav og meira valdsmikið enn nakar einaræðisharri ella tyrannur, sigur Joe Biden og ávarar um, at fólkaræðið í Amerika er uppá spæl í november.

Amerikanska forsetavalið verður 5. november. Vinnarin verður tikin í eið 20. januar næsta ár.

 

/ritzau/Reuters

 

Joe Biden helt røðu fyri tjóðini hóskvøldið. USA er eitt hugskot, sum eigur størri vald enn nakar einaræðisharri ella tyranni, sigur forsetin. - Mynd: Evan Vucci/Reuters