Joe Biden vísir á Kamalu Harris

Varaforsetin er favorittur at gerast forsetavalevni hjá demokratiska flokkinum

Kamla Harris, varaforseti, er favorittur at loysa Joe Biden av sum forsetavalevni hjá Demokratunum

Joe Biden, sum í kvøld boðaði frá, at hann tekur seg úr valdystinum, vísir á Kamalu Harris sum sín avloysara. Kamala Harris er varaforseti og eisini varaforsetavalevni hjá Joe Biden.

 

Tað skrivar forsetin á X.

 

– Kamala hevur mín fulla stuðul sum forsetavalevni. Demokratar, nú ræður um at savnast og at hugsavna okkum um at vinna á Trump, skrivar hann millum annað.

 

Seinastu vikurnar hava fleiri í demokratiska flokkinum eisini ró fram undir, at Kamala Harris er tann rætta av loysa Joe Biden av.

 

Tað er kortini enn ógreitt, hvussu nú verður farið fram, og hvussu eitt nýtt valevni verður valt – og fleiri demokratar hava fyrr verið sera atfinningarsamir mótvegis Kamalu Harris. Biden hevur boðað frá, at hann fer halda eina røðu skjótt, har hann fer at greiða frá støðuni.

 

##med2##

 

 

 

Kamla Harris, varaforseti, er favorittur at loysa Joe Biden av sum forsetavalevni hjá Demokratunum