Jógvan Hansen við nýggjum sangi

Nýggi sangurin er um góðar dagar í Árnafirði

Jógvan Hansen, sum í skjótt 20 ár hevur verið yrkistónleikari og skemtari í Íslandi, hevur júst í hesum døgum latið úr hondum nýggjan sang, sum kallast "Niðri á sandi."

 

Jógvan, sum er hálvur árnfirðingur, var øll síni barnaár nógv hjá ommuni og abbanum í Árnafirði. Har var stóra spælilandið sandurin við fjølbroyttum møguleikum bæði til gaman og álvara. Hesar serligu løturnar á vakra, breiða sandinum hava fest seg í minnið, og nú vil hann sum vaksin maður fegin geva alskin til sandin víðari til næsta ættarliðið. Hetta hevur hann fingið Hans Hjalti Skaale at skriva ein tekst um, og tónleikaran og framleiðaran Matti Kallio at seta lag til. 

 

Upptøkurnar eru gjørdar í E-Studio skamt uttan fyri finska høvuðsstaðin, Helsinki. 

 

Eitt væla lið av fremstu studiotónleikarum Finlands savnaðust til eina sokallaða live studioupptøku við klaveri, guitar, bassi, trummum, violin, floytu og harmoniku, og tað er av sonnum ein fragd at hoyra vakra samanspælið á hesi upptøkuni av nýggja sanginum.

 

Systkinabørnini Hans Hjalti og Jógvan arbeiða í løtuni við fleiri nýggjum sangum, so helst fara vit at hoyra meiri til teirra samstarv í komandi tíðum.

 

Nýggi sangurin hjá Jógvani Hansen kann hoyrast her:

 

https://open.spotify.com/album/1TtqMtlgg7VHBjcd9Do9HY?si=W_VVK7s7QGalPgE_x7iB_A