Í morgin klokkan 16.30 verða bæði jólatræið og hugnaliga jólabygdin á Mørkini Miklu á Sandi tendrað. Sum nakað nýtt er eitt av húsunum gjørt um, soleiðis at tað kann brúkast sum sølubásur.

Jólatræið á Sandi verður tendrað í morgin

Eftir at prestur hevur talað, sangir eru sungnir og vættrar hava deilt út karamellur, verður bjóðað inn í kommunubygningin til bollar, kakao og sunkist.

Í morgin klokkan 16.30 verða bæði jólatræið og hugnaliga jólabygdin á Mørkini Miklu á Sandi tendrað. Sum nakað nýtt er eitt av húsunum gjørt um, soleiðis at tað kann brúkast sum sølubásur.

Í morgin, 1. sunnudag í advent, verða jólatræið og jólabygdin á Mørkini Miklu á Sandi tendrað.

Á tiltakinum, sum byrjar klokkan 16.30, fer Havstein Klein, sóknarprestur, at tala.

Her verður felagssangur, har Hornorkestrið GHM fer at spæla undir. 

Gentukórið á Sandi fer at syngja nøkur løg, og tveir jólavættrar fara at deila út karamellur.

Eftir hetta eru øll hjartaliga vælkomin inn í kommunubygningin til bollar, kakao og sunkist. 