Kamala Harris: Rætturin til fosturtøku er ein raðfesting hjá mær

Fær Donald Trump møguleikan, fer hann at banna fosturtøku í øllum statum í USA, sigur Kamala Harris.

Trump hevur sagt, at eitt samveldis fosturtøkubann er óneyðugt, og at einstøku statirnir sjálvir eiga at taka støðu til málið. Kamala Harris ger týsnáttina okkara tíð greitt, at hon fer at raðfesta at fáa fosturtøkurættin skrivaðan í samveldislógina. - Mynd: Nathan Howard/Reuters

Lógarvernd av fosturtøkurættinum í USA er eitt av fremstu málum í valstríðnum hjá demokratisku Kamala Harris.

Tað sigur hon í nátt sambært tíðindastovuni AFP.

Her helt hon eina røðu í býnum Wilmington í statinum Delaware - tann fyrsta síðani Joe Biden, forseti, boðaði frá, at hann ikki fór at stilla uppaftur.

- Vit fara at stríðast fyri reproduktivum frælsi, vitandi at um Trump, fær hann møguleikan, fer at undirskriva eitt fosturtøkuforboð fyri at banna fosturtøku í øllum statum, sigur hon og vísir til forsetavalevnið hjá republikanarunum, Donald Trump.

Harris er varaforseti í USA, men fekk stuðul til at stilla upp til forsetavalið fyri demokratarnar, tá Joe Biden, forseti, sunnukvøldið gjørdi greitt, at hann tekur seg aftur.

Undirtøkan merkir ikki, at Kamala Harris verður valevni hjá flokkinum til valið í november. Forsetavalevnið hjá demokratunum verður formliga útnevnt á stevnuni hjá flokkinum í Chicago, sum byrjar 19. august.

Í røðuni boðaði Harris eisini frá, at hon - um hon verður vald sum forsetavalevni hjá demokratunum - fer at vinna á Trump.

Hon segði, at tað hevur verið ein "glíðibreyt" av kenslum, síðani Biden legði frá sær.

- Næstu 106 dagarnar fara vit at leggja okkara mál fram fyri amerikanska fólkinum, og vit vinna (valið, red.). Vit eru full av so nógvum blandaðum kenslum um hetta.

- Eg má bara siga: Eg elski Joe Biden.

Í tíðini sum forseti frá 2017 til 2021 setti Donald Trump tríggjar hægstarættardómarar. Teir gjørdust avgerandi fyri, at hægstarættur í USA í 2022 tók av samveldisrættin til fosturtøku, sum hevði verið galdandi síðani 1973.

Trump hevur sagt, at eitt samveldis fosturtøkubann er óneyðugt, og at einstøku statirnir sjálvir eiga at taka støðu til málið.

Eitt bann eftir sættu vikuna, sum republikanarar eru fyri, er ov strangt, metir Trump, sum eisini heldur, at tað skulu vera undantøk fyri neyðtøku, blóðskemd og heilsuna hjá mammuni.

 

/ritzau/

 

Trump hevur sagt, at eitt samveldis fosturtøkubann er óneyðugt, og at einstøku statirnir sjálvir eiga at taka støðu til málið. Kamala Harris ger týsnáttina okkara tíð greitt, at hon fer at raðfesta at fáa fosturtøkurættin skrivaðan í samveldislógina. - Mynd: Nathan Howard/Reuters