Kastrup setti met tveir dagar á rað

Flogvøllurin í Kastrup hevur havt óvanliga nógv ferðandi seinastu dagarnar

(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Sunnudagin ferðaðust 111.000 ferðafólk ígjøgnum flogvøllin í Kastrup í Danmark. Av teimum hava ivaleyst nakrir hundrað føroyingar verið uppi í.

 

Hetta var nýtt dagsmet fyri flogvøllin.

 

Mánadagin setti Kastrup aftur met, tí tá fóru 113.000 fólk um flogvøllin.

 

Gamla metið fyri Københavns Lufthavn var frá juni í 2019, tá ið 109.000 fólk fóru um flogvøllin.

 

Ferðahugurin í Europa er stórur í ár, og tvey av størstu norðurlendsku flogfeløgunum, SAS og Norwegian, hava økt munandi um ferðsluna í ár samanborið við í fjør.

 

Onnur viðvirkandi orsøk til ferðafólkametið kann vera, at stóri KT-ruðuleikin hjá Windows í farnu viku hevði nógvar avlýsingar við sær á flogvøllum í Europa, og tað kann hava vaksið um ferðsluna sunnudagin og mánadagin.

 

Flogferðslugreinarin Jacob Pedersen, ið starvast fyri Sydbank, sigur við Ritzau, at roknast kann við, at ferðafólktalið á flogvøllinum í Kastrup fer at vaksa næstu árini.

 

Eftir flogvøllin í Vágum er flogvøllurin í Kastrup tann, sum føroyingar brúka mest.

 

(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)