Kavin hevur ikki elvt til stórvegis trupulleikar

Fólk hava koyrt eftir umstøðunum, sigur løgreglan

Tað hevur ikki elvt til stórvegis trupulleikar í ferðsluni, at tað er lagstur so nógvur kavi niður.

 

Løgreglan sigur, at tað sær út til, at, sum heild hava fólk tikið tað róligt, og hava lagað seg eftir umstøðunum.

 

Men summastaðni er bara eitt spor grivið, so øll eru ikki sloppin so skjótt fram, sum tey hava ætlað.

 

Men í morgun fór ein bussur hjá Bussleiðini út av í Kaldbaksbotni. Hann gleið út av vegnum, men har kom ein bilur og sleipaði hann upp aftur á vegin, og tað elvdi ikki til skaða.

 

Myndina tók Birgir Waag Høgnesen