Kekkia gevur avboð til HM í manshondbólti

Kekkiska manslandsliðið er illa rakt av Korona-smittuni. Væntandi yvirtekur Norðurmakedonia plássið hjá Kekkia

Kekkiska manslandsliðið í hondbólti var fyrst í hesum árinum ein túr í Føroyum og vendi. EM-undankappingardysturin móti Føroyum í høllini á Hálsi í Havn farna mikukvøld bleiv av ongum tí átta spælarar hjá Kekkia høvdu fingið staðfest Korona.

Liðið hevur so nógvar spælarar í sóttarhaldi nú orsaka av Korona-smittu, at kekkiska hondbóltssambandið hevur blakað handklæðið í ringin, og hevur tikið avgerð um at melda avboð til HM í manshondbólti, ið byrjar í Egyptalandi í morgin.

Á tíðindafundi hjá kekkiska hondbóltssambandinum fyrr í dag var róð uppundir, at Norðurmakedonia sum var eitt pláss aftanfyri Kekkia í HM-undankappingini fer at yvirtaka plássið hjá Kekkia.

Hetta ávirkar innleiðandi bólk G, ið nú verður mannaður við Egyptalandi, Svøríki, Chile og ætlandi Norðurmakedonia.

Egyptaland og Chile spæla HM-setanardyst í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo í morgin klokkan 17.