Kelda: Leiðarin í Hizbollah dripin í ísraelskum álopið í Beirut

Ísraelska álopið á Libanon hevur dripið trý og sært 17, sambært heilsumálaráðnum í Libanon.

Seinnapartin fríggjadagin er roykur yvir libanska høvuðsstaðnum, Beirut, har Ísrael hevur framt eitt "málrættað álop", skrivar ísraelski herurin á X. - Mynd: Mohamed Azakir/Reuters

Hizbollah hevur svarað aftur, eftir at ein framstandandi leiðari í herdeildunum hjá Hizbollah varð dripin í einum ísraelskum álop á eitt øki í libanesiska høvuðsstaðnum, Beirut, fríggjadagin.

Tað upplýsir hernaðarliga shiamuslimska rørslan, sum hevur heimstað í Libanon, sambært Reuters.

Katyusha-rakettir eru skotnar í høvuðssætið hjá ísraelsku fregnartænastuni í norðurøkinum tætt við markið til Libanon.

Sambært Hizbollah er tað fregnartænastan "sum hevur ábyrgdina av drápunum", stendur at lesa í fráboðanini.

Tað var Ibrahim Aqil, sum varð dripin í ísraelska álopinum í Beirut, hevur ísraelski herurin, IDF, váttað. Tilsamans 10 leiðandi "Hizbollah-yvirmenn" doyðu í álopinum, upplýsir IDF.

Hann var næstformaður eftir Fuad Shukr, sum doyði í einum ísraelskum álop í juli. Tað álopið fór eisini fram í virkinum hjá Hizbollah í suðurbeirut.

Tilsamans eru trý deyð og 17 hava fingið skaða í álopinum fríggjadagin, upplýsir heilsumálaráðið í Libanon.

- Sambært einari fyribils meting hevur ísraelska álopið á sunnara forstaðin í Beirut havt við sær, at trý fólk hava latið lív. Libanesisk sjúkrahús hava higartil fingið 17 særd, upplýsir ráðið.

Sambært tveimum trygdarkeldum, sum Reuters hevur tosað við, var álopið móti bygningunum hjá Ibrahim Aqil og Hizbollah har suðuri í Beirut.

IDF hevur váttað at hava framt eitt "miðvíst álop" á býin, skrivar tað á sosiala miðlinum X.

Eygnavitni á staðnum siga, at tey síggja royk yvir býnum.

Enn er ógreitt seinnapartin fríggjadagin, hvussu ísraelski herurin leyp á økini.

Ein kelda sigur við AFP, at álopið hendi úr luftini.

Álopið kemur eftir eina spenta viku millum Hizbollah og Ísrael.

Fríggjadagin vórðu umleið 150 rakettir skotnar inn í ísraelska økið úr Libanon, skrivar tjóðarsjónvarpsstøðin í Ísrael, Kan.

Sambært ísraelska herinum vórðu rakettirnar skotnar, eftir at Ísrael fríggjakvøldið bumbaði mark í Libanon.

Hesi álop vóru ætlað støðum, sum fyrireikaðu álop á Ísrael, upplýsir herurin í Jerusalem.

Fyrr í vikuni brast eitt stórt tal av persónssøkjarum og walkie-talkie hjá limum í Hizbollah-rørsluni. 37 fólk eru higartil deyð, og næstan 3.200 eru særd.

Leiðarin í Hizbollah, Hassan Nasrallah, hevur ákært Ísrael fyri at standa aftanfyri, og rørslan fór undir álop á landið beint eftir.

Ísrael hevur hvørki váttað ella noktað at standa aftanfyri.

 

/Ritzau/

 

Seinnapartin fríggjadagin er roykur yvir libanska høvuðsstaðnum, Beirut, har Ísrael hevur framt eitt "málrættað álop", skrivar ísraelski herurin á X. - Mynd: Mohamed Azakir/Reuters