Hetta er marknaliðið, Kerem Shalom, sum gongur inn í Gazageiran.

Kerem Shalom er opið fyri neyðhjálp til Gazageiran

Lastbilar úr Egyptalandi, sum flyta mat, vatn, heilivág, heilivágsútgerð og tjøld, vóru við marknaliðið tíðliga í morgun á veg inn í Gaza

Hetta er marknaliðið, Kerem Shalom, sum gongur inn í Gazageiran.

Tíðliga í morgun visti ísraelski miðilin, Haaretz, at siga, at Ísrael hevur latið upp marknaliðið - Kerem Shalom - fyri humaniterari hjálp til Gazageiran.

 

Marknaliðið hevur verið stongt síðan sunnudagin, tá eitt rakettálop nærindis tók lívið av fýra ísraelskum hermonnum. 

 

Lastbilar úr Egyptalandi, sum flyta mat, vatn, heilivág, heilivágsútgerð og tjøld, vóru við marknaliðið tíðliga í morgun á veg inn í Gaza.

 

Hetta er alt neyðhjálp, sum altjóða samfelagið letur krígsherjaða økinum.

 

Sambært ísraelska verjumálaráðnum er marknaliðið - Kerem Shalom - opið, men sum skilst er marknaliðið í Rafah framvegis stongt.

 

Mánadagin í hesi vikuni leyp ísraelski herurin á býin, Rafah.

 

- Býurin hevur seinastu mánaðirnar verið brúktur sum skjól hjá meira enn einari millión flóttafólkum, sum eru rýmd undan ísraelskum álopum aðrastaðni í Gazageiranum. 

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.

 

Hetta er marknaliðið, Kerem Shalom, sum gongur inn í Gazageiran.