Keypmannahavn gav oddaliðnum skarpan gang

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir stóðu seg væl móti Odense

Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn høvdu torføran dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Í Frederiksberg Opvisninghøllini tók Keypmannahavn móti Odense, ið er oddalið við fullum stigatali. Leingi gav Keypmannahavn Odense ein skarpan gang, og tað var ikki fyrrenn móti endanum av dystinum, at Odense legði seg nøkur avgerandi mál framum og vann dystin 29-26. Í steðginum var Odense á odda við bert einum máli 15-14.

 

Pernille var effektiv. Hon fekk tveir málmøguleikar og setti báðar í netið. Hon vann eisini liðnum hjá sær eitt brotskast.

 

Keypmannahavn er nummar fýra í deildini við 18 stigum fyri 12 dystir. Odense er fremst við fullum stigatali, 24 stigum fyri 12 dystir.