KÍ hevur gott tak á hesi kappingini

Í Ungarn í kvøld fer KÍ at spæla fyri 20. ferð í UEFA Conference League

Tá ið klaksvíkingar í kvøld klokkan 19 fara á vøllin í Szeged í Ungarn verður tað fyri 20. ferð, at KÍ fer at royna seg í UEFA Conference League. Tað var farið undir hesa europeisku kappingina í 2021.

 

Higartil í ár hevur KÍ varpað SJK úr Finnlandi og Rodnicki úr Serbia úr kappingini. Í kvøld hevur KÍ 2-0 við sær á vøllin í Szeged í Ungarn, har mótstøðuliðið er FK Neman úr Hvítarusslandi.

 

Um tað í kvøld eydnast KÍ at vinna seg víðari í kappingini, so verður Rayo Vallecano úr bestu sponsku deildini mótstøðuliðið í avgerandi uppgerðum um at vinna seg í deildarspælið. Lutakastið lagaði tað soleiðis, at KÍ fer at eiga heimavøll í fyrra dystinum, sum er settur at vera hósdagin um eina viku ella 21. august.

 

KÍ hevur spælt í hesi kappingini øll árini. Talan er higartil um 19 dystir, og samantalda úrtøkan er 8 sigrar, 7 tap og 4 javnleikir.

 

Í 2023 eydnaðist tað KÍ sum fyrsta føroyska felagið yvirhøvur at vinna seg víðari í bólkaspælið.

 

Í fjør var tað vónbrot hjá KÍ, tá ið tað ikki eydnaðist at vinna seg víðari deildarspæl. Eftir samantaldan 2-0 sigur vann KÍ seg víðari í Champions League kappingini. Mótstøðuliðið var Malmø FF, sum eftir 3-2 KÍ sigur í Føroyum vann seg víðari við 4-1 heimasigri. So spældi KÍ í Europa League, har tað endaði við samantaldum tapi ímóti Banja Luka. KÍ vann 2-1 í Føroyum og tapti 3-1 í Bosnia Hersegovina.

 

So var møguleiki at vinna seg víðari í deildarspæl í UEFA Conference League, men tá tapti KÍ samantalt 3-2 ímóti HJK. Í Føroyum var úrslitið 1-1, og í Finnlandi vann heimaliðið 2-1.

 

Dysturin í kvøld er nummar 68 hjá KÍ í europeisku kappingunum. Úrtøkan higartil er, at KÍ hevur vunnið 20 ferðir, 15 ferðir er tað endað javnt, og 32 ferðir hevur KÍ tapt. Samlaði málmunurin er 81-114.

 

Merkisvert er tað, at í teimum fimm dystunum hjá KÍ í UEFA Conference higartil í summar, er tað bara farið eitt mál ígjøgnum hjá KÍ. Tað var, tá ið tað á útivølli ímóti finska SJK endaði við 2-1 KÍ sigri.