42 ára gamli Chen Tianming hevur bygt húsini í Kina hægri og hægri. Í dag eru tey tíggju hæddir høg. - Mynd: Pedro Pardo/Ritzau Scanpix

Kinesari byggir síni egnu háhús sum mótmæli

Kinesarin Chen Tianming er ein treiskur maður.

42 ára gamli Chen Tianming hevur bygt húsini í Kina hægri og hægri. Í dag eru tey tíggju hæddir høg. - Mynd: Pedro Pardo/Ritzau Scanpix

Í 2018 vildu myndugleikarnir rudda tað mesta av bygdini hjá honum í Guizhou-landslutinum fyri at byggja eitt lukrativt ferðafólkastað.

Men 42 ára gamli Chen noktaði at fara úr húsum sínum. Í staðin hevur hann valt at byggja tað hægri og hægri við primitivum amboðum.

Í dag kann hann stoltur standa í sínum egna háhúsi, sum sambært AFP nú hevur tíggju hæddir.

- Eg byrjaði at byggja av praktiskum orsøkum, fyri at umvæla og útbyggja okkara heim, sigur Chen við AFP.

- Men so bleiv tað meira ein áhugi og eitt frítíðarítriv, sum eg veruliga njóti.

Háhúsið hevur eina serstaka útsjónd við skeivum trappum, altan og óvanligum útbyggingum.

Ovaru hæddirnar, har hann svevur, sveiggja í vindinum. Tað sær næstan út til, at bygningurin kundi flogiå burtur.

- Tá eg eri her uppi, kenni eg meg sum ein nomad, sigur Chen.

 

/Ritzau/

 

 

 

42 ára gamli Chen Tianming hevur bygt húsini í Kina hægri og hægri. Í dag eru tey tíggju hæddir høg. - Mynd: Pedro Pardo/Ritzau Scanpix